Mammografiscreening eigur at setast í verk í Føroyum

Tað eru boðini frá Føroya Felag móti Krabbameini.

Føroya Felag móti Krabbameini var í gjár á fundi við landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, har tey viðgjørdu nýggju leiðreglurnar frá landssjúkrahúsinum um mammografikanningar.

 

Krabbameinsfelagið gjørdi tað heilt greitt yvir fyri landsstýrismanninum, at nýggju leiðreglurnar als ikki eru nøktandi. Krabbameinsfelagið vísti á, at í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar, sum var almannakunngjørd í 2009, varð sagt, at mammografiscreening eigur at vera bjóðað øllum føroyskum kvinnum í aldursbólkinum 50 til 59 ár at byrja við. Mammografiscreening ber við sær, at kvinnurnar við jøvnum millumbili verða innkallaðar at taka røntgenmynd av bróstinum. Við tíðini kann tilboðið víðkast til eisini at umfata kvinnur niður í 40 ár og upp í 74 ár, stendur at lesa í krabbameinsætlanini.

 

Les eisini Skerd atgongd til mammografikanning

 

Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini, er ónøgdur við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum tekur stig mótsattan veg, heldur enn at royna at fylgja tilmælinum í krabbameinsætlanini.

 - Um kvinnur fáa eitt tilboð um mammografiscreening, so kunnu tær velja, um tær taka av ella ikki, sigur Jákup N. Olsen, og vísir á, at við nýggju leiðreglunum, so er ótti fyri ella illgruni um bróstkrabba ikki nóg góð grundgeving fyri at fáa eina mammografikanning, men at læknin helst skal merkja ein knykil í bróstinum, áðrenn hann kann senda kvinnuna til mammografikanning.

 

Les eisini Kanna møguleikan at veita mammografiscreening

 

Eitt ávíst kjak hevur verið seinastu tíðina um, at tílíkar mammografiscreeningar bera við sær vandan, at kvinnur fáa sokallað falsk positiv úrslit. Tað vil siga, at eftir screeningini at døma er ein svullur í bróstinum, men tá so skurðviðgerðin hevur verið og, í onkrum føri bróstið er tikið, vísir tað seg, at svullurin ikki var óndartaður. Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, veit um hesar vansarnar, men sigur, at fyrimunurin við at uppdaga bróstkrabba tíðliga, er nógv størri hesin vansin.

 

Jákup N. Olsen vísir á, at seinastu sjey árini hava í miðal 25 kvinnur um árið fingið staðfest bróstkrabba. 

 

Jákup N. Olsen minnir at enda á, at Krabbameinsfelagið er til staðar á Fólkafundinum í Runavík um vikuskiftið. Felagið skipar millum annað fyri einum fyrilestri við Tordis Kristiansdóttir, sum er í ferð við eina granskingarætlan um føroyskar kvinnur, ið hava havt bróstkrabba. Fyrilesturin verður leygardagin klokkan 14:30.