Tað skal bera til hjá mammum at vera heima og passa síni egnu børn – og fáa samsýning afturfyri. Tað heldur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, og borgarstjóri í Vága kommunu.
Hon vísir á, at samgongan hevur avtalað at seta eina skipan í verk, har foreldrini skulu kunnu vera heima og passa sína egnu børn. Afturfyri skulu tey so fáa ansingargjaldið, sum kommunan rindar, útgoldið. Men Rósa Samuelsen ivast í, um samgongan fer at halda hesa avtaluna. Hinvegin heldur hon at samgongan átti at hildið hesa avtaluna. Sjálv veit hon um familjur, har mamman heldur enn fegin vil fáa møguleikan at vera heima og at fáa ansingargjaldið hjá kommununi goldið í hondina í samsýning.
Hon veit eisini um eina familju, har tað ynskið hjá mammuni um at vera heima hjá barninum, var so mikið sterkt, at tey fingu eina avtalu við bankan fyri at hon kundi vera heima. Tað hevur verið gott fyri børnini, og teirra børn eru kanska betri ment at nógv onnur børn, sigur hon.
Rósa Samuelsen heldur, at ein slík skipan kundi kanska enntá eggja familjum til at fáa fleiri børn. - Eg haldi, at tað skal vera ein møguleiki. Akkurát sum tað er ein møguleiki hjá fólki at fáa ansingarsamsýning fyri at ansa eldri fólki heima, skal tað bera til at fáa ansiningarsamsýning fyri at passa børnunum heima, heldur løgtingskvinnan og borgarstjórin. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sandoy, tekur fult undir við hesum. Hava foreldur tvey børn í ansing, skulu tey av við einum 4.000 krónum av skattaðum pengum til barnaansing. Tað kostar tað sama sum ein trivarligur eykabilur, sigur hann. |