Manchester United hevur keypt Antony

Premier League: Fyri 700 milliónir krónur hevur Manchester United tryggjað sær Antony

Manchester United hevur í dag endaliga keypt brasilska Antony frá Ajax. Prísurin fyri 22 ára gamla vongin er áleið 700 milliónir krónur. Sáttmálin er galdandi til 2027. Manchester United hevur í ein stóran part av summarinum verið sett í samband við fótfima Antony. Summarið byrjaði við at Manchester United fekk nýggjan venjara í Erik ten Hag, sum seinnu árini hevur verið venjari hjá júst Ajax.

 

Síðani kom Lisandro Martinez úr Ajax fyri 427 milliónir krónur, og stutt seinni Tyrell Malacia úr hollendska Feyenoord. Antony hevur verið ein lyklaspælari hjá Ajax, sum ikki hevur víst stóran áhuga at selja kvika vongin.

 

Tí hevur tað gingið rúm tíð, frá tí Manchester United vísti áhuga, til at Ajax varð sinnað at selja. Fleiri viðmerkjarar meta, at prísurin er ov høgur, men Erik ten Hag hevur víst á týdningin, at fáa nakarar spælarar við altjóða dygdum inn.

 

Manchester United, sum í kvøld skal spæla móti Leicester í Premier League, hevur eisini keypt Casemiro frá Real Madrid, fyri áleið 500 milliónir krónur.