Í gjárkvøldið lat flytingarvindeygað aftur í Evropa. Sum væntað eru Edinson Cavani og Alex Telles nýggir í Manchester United, eftir at teir í gjár skrivaðu undir sáttmála. 33 ára gamli Edinson Cavani var sáttmálaleysur, meðan Alex Telles kom frá FC Porto.
Manchester United keypti eisini 18 ára gamla Amad Traore frá italska Atalanta, men hann verður ikki at síggja á Old Trafford fyrr enn í januar 2021. Hartil hevur felagið keypt Facundo Pellistri úr Uruguay. Hann er ein spælari til framtíðina, sigur Ole Gunnar Solskjær, venjari.
Manchester United hevur eisini selt miðverjan Chris Smalling til AS Roma. Hann var í farna kappingarárið útleigaður til italska felagið. Tað ljóðaði eisini, at Manchester United vildi hava Osumane Dembélé frá FC Barcelona, men tað skiftið bleiv ongantíð til nakað.
Arsenal gjørdi bart í gjár. Teir hava fríttstillað maskottin fyri at spara upp á útreiðslurnar, men keyptu samstundis Thomas Partey frá Atletico Madrid. London-felagið valdi at gjalda 375 milliónir krónur, sum ger at Ateltico Madrid má taka av, tí tað stendur í sáttmálanum. Lucas Torreira samstundis úr Arsenal til Atletico Madrid.
Tað vóru eisini fleiri onnur spælaraskifti. Millum annað hevur FCK styrkt seg við Mathias “Zanka” Jørgensen, sum er danskur landsliðsmiðverjin. Fulham hevur keypt ein annan danskan miðverja í Joachim Andersen.