Manchester United skal aftur til Spania

Europa League: Lutakastið til 1/8 finalurnar hevur verið í dag

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Europa League hevur verið í dag. Manchester United skal aftur til Spania, og Arsenal skal til Portugal.

 

Manchester United vann í gjár 2-1 á FC Barcelona og vann seg víðari til 1/8 finaluna. Erik ten Hag og hansara menn skulu aftur til Spania. Hesa ferð eitur mótstøðuliðið Real Betis.

 

Arsenal, sum vann bólkin í Europa League og tí ikki spældi í undanfarna umfarinum, skal møta Sporting Lisbon. AV øðrum kann nevnast, at Juventus skal møta týska Freiburg, meðan José Mourinho og AS Roma skulu spæla móti Real Sociedad.

 

Uppgerðirnar verða 9. mars og 16. mars.

 

Europa League 1/8:

 

Union Berlin - Union Saint-Gilloise

 

Sevilla - Fenerbahce

 

Juventus - Freiburg

 

Bayer Leverkusen - Ferencvaros

 

Sporting Lisbon - Arsenal

 

Manchester United - Real Betis

 

AS Roma - Real Sociedad

 

Shakhtar Donetsk - Feyenoord