Mancini vil hava Viera

Fleiri feløg í Onglandi hava áhuga í at gera sáttmála við liðskiparan á franska landsliðnum, Patrick Viera, sum ikki klárar so væl upp við Inter-venjaran, José Mourinho. Sambært BBC er Manchester City fyrsta valið hjá Patrick Viera. Patrick Viera samstarvar væl við fyrrverandi Inter-venjarin, Roberto Mancini, sum nú er venjari hjá Manchester City. Patrick Viera var tann fyrsti spælarin, sum Arsenal-venjarin, Arsene Wenger gjørdi sáttmála við afturi í 1996, og spældi Viera við The Gunners fram til 2005, tá hann skrivaði undir sáttmála við Juventus. Viera spældi meir enn 400 dystir við Arsenal, har hann vann trý meistaraheiti og fýra steypakappingar. Í 2006 skrivaði Viera sáttmála við Inter. Viera hevur vunnið italska meistaraheitið við Mancini, sum venjara, bæði 2007 og í 2008.