Fyrradagin vóru tað 60 ár síðani, at heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi varð tikin í brúk. Føðingardagin hevur Amnesty International seinastu tíðina fagnað við átakinum »Small Places Tour 2008«. Endamálið við átakinum hevur verið at varpa ljós á brot á mannarættindalógina, rekrutera eitt nýtt ættarlið av mannarættinda aktivistum og at savna saman pening til altjóða virksemið hjá Amnesty. Hetta hevur verið gjørt við tiltøkum í bygdum og býum kring allan heimin, í stórum konserthøllum eins væl og smærri. Tiltakið hjá føroysku Amnesty deildini var í Norðurlandahúsinum mikudagin – á sjálvum 60 ára degnum.
Ein breið skrá
Á skránni hetta kvøldið var framsýning av listaverkum, ið Scrub-Art hava gjørt, framførsla av sjónleiki og dansi og tónleikaframførslur frá Guðrið Hansdóttir, The Ghost, Lenu Anderssen og ORKA. Men tað heilt serliga hetta kvøldið, kanska serliga fyri mítt viðkomandi sum tónleikaáhugað, var, at høgt viðurkendi, franski tónlistamaðurin Yann Tiersen framførdi saman við ORKA. Hann er millum annað tann, sum skrivaði tónleikin til stórfilmarnar Amélie (2001), Good Bye Lenin! (2003) og Tabarly (2008). Harafturat hevur hann á seinastu studiofløgu síni, Les Retrouvailles, samstarvað við Elizabeth Fraser, fyrrverandi songkvinnuna í Cocteau Twins, sum eisini hevur sungið á nøkrum løgum hjá Massive Attack. Eitt nú á einum teirra kendasta lagi »Teardrop«.
ORKA hevur seinastu mánaðarnar arbeitt saman við Tiersen um at framføra sum høvuðsnavn á kula, alternativa festivalinum Trans Musicales í Rennes, Fraklandi. Tað hevur gingið framúr væl hjá teimum har niðri, sum staðfestir seg sjálvt í tí, at teir framførdu heilar seks útseldar konsertir fyri bæði festivalvitjandi og einari rúgvu av viðurkendum journalistum og fólki í tónleikavinnuni. Hetta er festivalurin, sum fann millum annað Portishead og fekk tey fram á tónleikamarknaðin, so tað er ikki til at ímynda sær, hvat hetta kann gera fyri ORKA. Um kortini also verða spæld rætt.
Men aftur til tiltakið í Norðurlandahúsinum...
Innleiðingin
Kvøldið byrjaði við, at ein stuttfilmur varð vístur á stórskíggja. Hetta var ein rættiliga serstakur svart-hvítur teknifilmur, sum lýsti, hvussu undirskriftir kunnu bjarga lívum. Síðani kom Elin Mortensen, samskipari hjá føroysku Amnesty deildini, og bjóðaði vælkomin og greiddi heilt stutt frá endamálinum við tiltakinum. Aftaná hana var eitt stutt innslag við dansi og sjónleikakendum upplesturi úr mannarættindalógini. Hesi innsløgini endurtóku seg ímillum hvørja tónleikaframførslu ígjøgnum kvøldið og høvdu til endamáls at lýsa trupulleikarnar í heiminum við mannarættindabrotum. Eg helt, at tað kundi verið væl betri koordinerað og rutinerað, enn tað var. Teir vóru tríggir ungir menn, ið siteraðu lógina, men av tí at tann eini tóktiskt fullkomiliga ósikkur og líkasælur, bleiv tað eitt sindur kiksað og pínligt og gjørdi, at boðskapurin ikki ordiliga kom ígjøgnum – í hvussu er ikki hjá mær. Dansurin var harafturímóti rættiliga hugtakandi og lýsti við kropsrørslum allar møguligar mátar, sum menniskju kunnu kúga og blíva kúgað uppá.
Tónleikurin fylti mest
Fyrsta tónleikaframførslan var frá Guðrið Hansdóttir. Hon stóð einsamøll á pallinum í einum fantastiska flottum retrokjóla við gittara í hond. Hon riggaði væl og spældi nøkur av sínum bestu løgum, so sum »Do You Believe?« og »Sleeping With Ghosts«, men eg saknaði meira av nærveru; at hon ordiliga gav seg, sum hon plagar. Tað tóktist nevniliga sum um, at hon helt sær eitt sindur aftur og kanska ikki ordiliga tordi at uttrykkja seg allan vegin. Virkaði eitt sindur smæðin og móð. Men tað er ikki heilt óvanligt, at ein artistur hevur tað soleiðis onkuntíð. Hon plagar nevniliga altíð at vera 100 prosent on, so eitt undantak er til at liva við.
Næstir vóru The Ghost. Teir spældu fyrst trý spildurnýggj løg, sum ljóðaðu spennandi, men enn mangla at blíva ordiliga strukturerað. Hesi vórðu fylgd av tveimum eldri, eftirhondini væl kendum løgum, nevniliga »Superhero« og »Something New«. Teir vóru feitir, sum teir plaga at vera, og tað eydnaðist ógvuliga væl hjá oddamanninum, Filip Mortensen, at sjarmera allan salin. Eg helt kanska serliga, at tað vóru tær eldri damurnar, sum fnisaðu, tá hann tosaði og dansaði uppá sín fríska máta. Hann hevur fangað okkurt har.
Aftaná eina stutta pausu áttu Lena Anderssen og Niclas Johannesen pallin. Eg innsá ordiliga hetta kvøldið, hvussu kul tey faktiskt eru. Ikki tí at hendan framførslan var nakað ekseptionelt, men bara tí at tey altíð eru so ektað; spæla sín tónleik og gera tað niðri á jørðini og av øllum hjarta. Mær dámar eisini so ræðuliga væl tey tingini, sum Lena sigur um lívið og alt rundanum, tá hon greiðir frá, hvat løgini hjá teimum snúgva seg um. Til dømis segði hon um lagið »Stones in My Pocket«, at tað varð skrivað einaferð, tá hon hevði ein av sínum ringastu døgum nakrantíð og kendi tað sum um, at hon antin mátti doyggja ella skriva tónleik. Hon valdi at skriva, og hetta lagið kom so burturúr. Eitt skilagott val, sum eisini sigur nógv um týdningin, sum tónleikur hevur.
Síðsta tónleikaframførslan og høvuðsnavnið hetta kvøldið, var ORKA við Yann Tiersen. Av tí at bólkurin hevur spælt so nógv í seinastuni, er manningin í ordiligari venjing og spælir framúr væl saman. Íverksetarin av ORKA, Jens L. Thomsen, hevur saman við Yann Tiersen gjørt tvey nýggj ljóðføri, sum Tiersen spælir á. Hesi eru 1) Noisolin: ein violinlíknandi træðpinnur, ið hann strýkur og slær á við einum violinboga og 2) Harpobol: ein harpulíknandi parabol, sum hevur fingið streingir í ta opnu síðuna. Bæði hesi ljóðførini vóru hugtakandi og góvu eina væl hóskandi fyllu til heildina. Eg helt serliga, at noisolinin riggaði væl afturvið lærlampuni, sum Bogi á Lakjuni spælir á. Harpobolin var eisini feit uppá tann mátan, at hon ljóðaði eitt sindur sum ein kinesisk spælidós og gav tí ljóðmyndini eitt heilt nýtt og spennandi element. Onnur nýggj ting í framførsluni hjá ORKA var ein lítil jarnklokka, sum Bogi á Lakjuni eisini spældi á við at sláa eina tong á hana og so eitt stórt rør, ið Jens L. Thomsen brúkti at sláa bongorútmur á. Umframt hetta legði eg eisini til merkis, at Ólavur Jákupsson, sum annars eisini spælir á fløskuorgul og vinkulslípara, brúkti eitt chaos pad til at live-sampla lærlampuna hjá Boga á Lakjuni. Fekk at vita aftaná, at Jákupsson í Fraklandi hevði gjørt hetta við bæði lærlampuna og við noisolinuna hjá Tiersen. Rættiliga imponerandi.
Tað koyrdi generelt væl hjá teimum; pelabassurin hjá Jens L. Thomsen var sikkur og kontantur afturvið tunnutrummunum hjá Jógvan Andreas á Brúnni, og Kári Sverrisson var ordiliga í essinum á bæði boga og sað og á hydroharpuni. Vit hoyrdu løgini frá fløguni hjá ORKA, Livandi Oyða, umframt nøkur nýggj, feit løg, sum eg ikki fangaði heitini á.
Hetta er sikkurt alt ómøguligt at ímynda sær við øllum hesum merkverdugu ljóðførunum, um man ikki hevur sæð bólkin live. Men tað nyttar einki hjá mær at royna at greiða víðari frá, hvussu tað sær út og ljóðar. Tað má upplivast.
ORKA vórðu klappaðir inn aftur, tá teir vóru farnir av pallinum, og framførdu aftur eitt nýtt lag við yrking hjá Jóanes Nielsen.
Óhepnar løtur
Framførslurnar hetta kvøldið vóru ógvuliga ymiskar, summar framúr góðar og summar eitt sindur haltandi. Alt í alt var hetta tó eitt heilt fínt tiltak líka burtursæð frá ljóðinum, sum var fullkomiliga av leið næstan alla tíðina. Í mest sum øllum framførslunum – tónleiki ella sjónleiki – var einki skil á ljóðstyrkini á teimum ymsu ljóðførunum. Tíbetur lati eg ikki tað oyðileggja eitt upplivilsi, men tað er eitt sindur ov galið. Serliga tá hugsað verður um, at hetta also er í Norðurlandahúsinum, sum nokk hevur tann besta akustikkin í landinum. Man krevur sjálvandi eitt sindur meira, tá umstøðurnar eru í toppklassa, og verður skuffaður, um tað ikki er í ordan.
Harafturat manglaði sum sagt betri coordinering, tá tað skifti millum framførslurnar. Onkuntíð máttu vit sita í totalum friði í upp til fleiri minuttir, meðan bólkarnir gjørdu seg klárar á pallinum. Tað eru allir møguligir mátar, man hevði kunnað forða fyri tí, men eg tími ikki at spæla meira klók uppá tað. Lat fara. Mær dámdi væl at vera har, stemningurin var góður, tónleikurin áhugaverdur, og eg hugnaði mær. Hevði man bara kunnað upplivað meira av slíkum eitt púra vanligt mikukvøld í Havnini.
Les meira um Amnesty og Small Places Tour her:
Hoyr bólkarnar, sum framførdu, á myspace:
www.myspace.com/gudridhansdottir
Les um og hoyr tónleikin hjá Yann Tiersen her:
www.myspace.com/yanntierseninprogress