Mansfinala uttan spenning

Flogbóltur: Tað gjørdist ongantíð serliga spennandi í steypafinaluni hjá monnum millum ÍF og SÍ, tí fuglfirðingar vóru snøgt sagt nógv betur og høvdu munin allan dystin

Tvídysturin millum tvíburðabrøðurnar, Borko Ilic, venjara hjá SÍ, og Boban Ilic, venjara hjá ÍF, gjørdist ikki eins spennandi, sum nógv annars høvdu væntað. Fuglfirðingar settu seg á dystin beinan vegin, og tá ið sørvingar ongantíð fingu glið á spælið hjá sær, var kósin sett.

Sørvingar óskipaðir
Í fyrsta settinum løgdu fuglfirðingar væl út og løgdu seg á odda 8-2, men sørvingar svaraðu beinan vegin aftur. Hjá fuglfirðingum vóru tað serliga teir báðir útlendingarnir, Boban og Dragan, ið gjørdu um seg í álospartinum, meðan Bartal Eliasen var ógvuliga stinnur í móttøkunum.
Hinumegin netið var spælið ikki eins polerað sum hjá fuglfirðingum, og hóast sørvingar komu upp á 15-18, komu teir ongantíð av álvara til at hótta fuglfirðingar. Ein av orsøkunum var kanska tann, at leikandi venjarin, Borko Ilic, tóktist hava stórar trupulleikar av at halda høvdið kalt, og menninir á eykabonkinum fingu av grovfíluni, tá ið onkur misskiljing var í sambandi við onkra útskifting.
Tað sást eisini týðuliga á spælinum, at hjá ÍF vóru menn nógv greiðari yvir, hvør átti hvat øki, og allar avtalur blivu hildnar. Sørvingar hinvegin tóktust fyri ein stóran part at renna runt sum flugur í fløsku, og eitt dømi um hetta var einu ferðina, tá ið allir seks leikararnir hjá SÍ fóru eftir einum langum bólti frá fuglfirðingum, við tí úrsliti, at tá ið bólturin bleiv sligin fram móti netinum var eingin sørvingur har, ið kundi heva til ein viðleikara!
Við sínum vælskipaða spæli var tað lætt hjá fuglfirðingum at tryggja sær fyrsta sett 25-17, og frustratiónirnar vóru sjónligar hjá sørvingum.

Dragan var øgiligur
Umframt leikandi venjaran, Boban Ilic, hava fuglfirðingar ein útlending afturat. Hann eitur Dragan Marijanovic, og hann spældi ein fínan dyst leygardagin. Í øðrum setti hevði Dragan eina rúgvu av góðum smashum, sum ruku í gólvið so tað sang eftir í, uttan at sørvingar vóru nær námind av teimum. Við honum á odda fekk ÍF eina stak góða byrjan upp á annað sett, og tá ið blokkurin hjá ÍF við Jan Áka Olsen og Kenneth Neshamar á odda eisini var komin í gongd, sá tað einki serligt út hjá sørvingum. Men knappliga kom lív í SÍ, og spakuliga nærkaðust teir fuglfirðingum, og tá ið bert tað eina málið var á muni, 15-16, kendi venjarin hjá ÍF seg noyddan til at taka time-out og fáa skil upp á støðuna. Tað fekk hann eisini, tí lítla løtu seinni høvdu eysturoyingarnir lagt seg á odda 19-15, og nú var aftur luft niður til SÍ. Sørvingar nærkaðust aftur og komu upp á 20-23. Í næsta bóltinum hendi tað, at beint tá ein sørvingur smashaði, slóknaði ljósið í høllini, men dómarin segði, at bólturin var komin í gólvið uttan fyri vøllin, áðrenn tað bleiv myrkt, og tískil vann ÍF tann bóltin og hevði fýra settbóltar. Sørvingar góvu tó ikki skarvin yvir, og tveir teir fyrstu settbóltarnar yvirlivdu teir, men triðju ferð eydnaðist tað Kenneth Neshamar hjá ÍF við einum hálvkiksaðum smashi at tryggja fuglfirðingar eina 2-0 leiðslu í settum.

SÍ nógvar óneyðugar feilir
Sørvingar vóru nú aftan fyri við tveimum settum, og tískil var bert eitt at gera hjá teimum, um steypið ikki skuldi gleppa teimum av hondum, og tað var at taka annað skinn um bak og vinna triðja sett.
Tað byrjaði tó ikki serliga væl, og fuglfirðingar høvdu allatíðina eina góða leiðslu upp á millum fýra og seks stig. Framvegis var tað Dragan hjá ÍF, ið var mest eyðsýndi leikarin, og hann fekk eisini tey allarflestu uppleggini hjá fuglfirðingum.
Sørvingar høvdu nú hug til at ilskast inn á dømingina, og tað sást á øllum brøgdum, at fleiri av leikarunum hjá SÍ høvdu longu mist mótið. Ikki minst venjarin hjá SÍ, Borko, var frustreraður, og tað var ógvuliga sigandi um dystin hjá honum, at hann við støðuna 11-18 til ÍF servaði so beint í netið - væl undir netkantinum.
Nú kappaðust sørvingar um at gera feilir, og ikki minst í móttøkuni vóru misskiljingarnar nógvar. Harafturat vóru nógvar kiksaðir servir, ið eisini kostaðu dýrt. Í álopinum var heldur ikki tann stóra variatiónin í hjá SÍ, og næstan allar hevingar lógu úti í síðunum, meðan einki kom inn yvir miðjuna.
Fuglfirðingar høvdu alt triðja sett, sum tað var, eina trygga leiðslu, og tey mongu viðhaldsfólkini hjá ÍF, ið veruliga høvdu spílað seg út til finaluna, bíðaðu bert eftir at seinasti bólturin bleiv sligin, so at tey kundu herja inn á vøllin at feira tað saman við sínum hetjum. Tey bíðaðu heldur ikki so ræðuliga leingi, tí bráddliga var ÍF á odda 24-18 og hevði harvið ikki færri enn seks dystarbóltar, og hóast liðskiparin hjá SÍ, Jón Nielsen, fekk vunnið tveir teir fyrstu, so eydnaðist tað ÍF at tryggja sær steypasigurin, tá ið leikandi venjarin, Boban Ilic, smashaði bóltin á tvíburðabróður sín, Borko, og víðari út av vøllinum, so at ÍF vann triðja settið 25-20.

Stórur munur á liðunum
Sjálvan finaludystin var stórur munur á liðunum hjá ÍF og SÍ. Fuglfirðingarnir vóru nógv betur skipaðir, og teir snakkaðu nógv betur sínamillum. Harafturat tóktist tað sum um, at hvør einstakur leikari hjá ÍF helt gjørdar avtalur í taktikkinum. Somuleiðis hevði ÍF fleiri spælarar, ið líkasum kundu seta seg ígjøgnum í dystinum, meðan tað hjá sørvingnum hvíldi á alt ov fáum herðum. Her skal tó leggjast afturat, at hjá ÍF bert nýtti sjey spælarar, Dragan Marijanovic, Boban Ilic, Bartal Eliasen, Kenneth Neshamar, Odd Eliasen, Jan Áki Olsen og Árni Petersen allan dystin!
Sørvingar tóktust langt frá eins væl skipaðir sum fuglfirðingar, og tá ið teir heldur ikki megna at halda høvdið kalt, tá ið nógv stendur á, sigur tað seg sjálvt, at trupult verður at vinna eina steypafinalu. Alt ov ofta tóktist tað sum um, at spælararnir hjá SÍ ikki vóru greðir yvir, hvør átti at farið eftir bóltinum, og tað kostar.
Samanumtikið kann sigast, at í steypafinaluni á Hálsi leygardagin var ÍF væl tað betra liðið, og um spælið hjá teimum fer at koyra eins væl, tað ið eftir er av kappingarárinum, so verða teir ringir at steðga.