Fótbóltshetja
Í ramasta álvara hevur Diego Maradona staðfest, at hann ætlar sær eitt comeback. Ein dyst aftrat. Fyri Argentina. Móti Brasilia.
Farin um tey fjøruti og minni enn eitt ár aftan á, at hann nærum fórst í narkodeyðanum, ljóðar hetta vittleyst í oyrunum hjá teimum flestu. ?Tað er satt, eg ætli mær at spæla eina ferð aftrat fyri land mítt?, segði Maradona. ?Men bara móti Brasilia. Líka mikið hvørji mistøk eg havi gjørt, tá tað snýr seg um narkotika, so eri eg framvegis Maradona. Eg eri framvegis El Diego.?
At hann ætlar sær at spæla ein síðsta dyst móti fremsta fótbóltsfíggindanum Brasilia, hevur fingið fleiri at hálvgum smílast. Men ikki í Buenos Aires. Har halda tey flestu, íroknað fleiri av toppunum í argentinska fótbóltssambandinum, at talan er eitt frálíkt huskot.
Hetta er seinasti kvalifikatiónsdysturin til HM endaspælið og Argentina hevur longu undan dystinum tryggjað sær luttøku til endaspælið í 2002. So nú verður fyrispurningurin hjá Maradona viðgjørdur á hægsta stigi og útlitini fyri, at Maradona verður við á vøllinum, tá Argentina spælir móti Brasilia 5. September í ár eru ikki vánalig.
Og júst her liggur trupulleikin, ikki bara fyri Maradona sjálvan, men eisini hjá læknum og vinum, sum vilja hjálpa Maradona burtur úr kokain misbrúkinum, sum fleiri ferðir hevur verið líka við at drigið hann niður í grøvina.
Aftur á fótum
Í so máta er onki nýtt undir sólini. Vælkomin aftur til sjálv-villleiðandi, smikurfylta heimin hjá tí mest víðagitna fótbóltsleikaranum nakrantíð og sjálvútnevnda illmenninum.
Hetta er ein heimur, har sjálvt ikki hansara nærmastu vinir og heldur ikki maðurin, sum var hansara ?fótbóltsfaðir?, tora at siga við Maradona, at hann nú aftur stendur á bakkanum og starir niður í dýpið - og tann einasta villingarsjónin hann sær er sín egni ódeyðiligleiki.
Fyri stuttari tíð síðani var Maradona aftur í argentiska høvuðsstaðnum Buenos Aires, har hann varð sæddur at vinda seg sjálvan upp, syngjandi við lokalum poppstjørnum, dansandi á tekjum í sambandi við fótbóltsfepurin, sum altíð herjar, tá hansara lið Boca Juniors eru í meldrinum.
Hetta var ein heilt onnur mynd enn tann, sum umheimurin sá í januar, tá hann var borin inn í ein sjúkrabil, eftir at hann small saman í frítíðarstaðnum Punto del Este í Uruguay. Nú sær hann út sum sjálv ímyndin av góðari heilsu og hansara vekt er fallin stórliga.
Einasti skuggin, ið hongur yvir tí klæna Maradona eru minnini frá HM-kappingini í 1994, tá hann var sendur til húsa, tí royndir vístu, at hann innihelt ein cocktail av vandafullum, ólógligum evnum - evni, sum hjálptu honum at tapa seg undan kappingini. Undan hesum hevði hann havt fimtan mánaða leikbann, tí ein onnur roynd vísti, at hann hevði tikið kokain.
Framvegis hetja
Hóast hansara mongu svipsarar, so er Maradona framvegis ein hetja í Argentina. Tað er gerandiskostur, at viðhaldsfólk hjá Boca Juniors syngja navnið hjá Maradona, tá Boca spæla.
Og Maradona heldur á við at vera sum ein viljasterk, sjálv-oyðleggjandi tragedia undir uppsigling. Tann sami skarin av ?vinum?, sum aldrin lyftu fingur frá síðu, tá fótbóltshetjan snøgt sagt oyðilegði sín egna kropp, hongur framvegis í hølunum á honum. Onnur eru so ørkymlað, at tey halda, tað er bara ein spurningur um tíð, so er Maradona aftur fangaður í tí óndu ringrásini.
Sergio Batista, sum spældi saman við Maradona í HM-kappingunum í 1986 og 1990, var ein av hansara fáu erligu vinum millum annars mongu nikkandi høggormarnar, tá Maradona loksins mundið forkomið sær í misbrúkið.
Batista, sum sjálvur vann á kokain misbrúki fyri sjey árum síðani, ávari Maradona og segði, at best hevði verið fyri hann at fari úr Argentina, frá ?vinunum?, sum eru tengdir at hansara misnýtslu-døgum. Batista segði, at Maradona rætt og slætt mátti byrja av nýggjum og tveita gamla viðførið burtur.
Batista, sum er venjari hjá Argentinos Juniors, har bæði hann og Maradona byrjaðu teirra fótbóltsyrki, royndi at vera bjartskygdur, tá hann segði: ?Enn hevur hann ikki gjørt nóg mikið. Eg veit ikki, um hann er sloppin heilt leysur. Men higartil sær tað út til, at hann er komin góða leið. Skarin av vinum kring hann er ikki stórvegis broyttur. Men Maradona er broyttur - haldi eg.?
?Eg spældi ein dyst við honum fyri nakað síðani og hann var glaður og sær nógv betri út enn hann hevur gjórt. Hann veit, at hetta er ein tungur bardagi. Tað er ikki lætt, men týdningarmiklast er, at hann hevur eldhugin, er glaður og roynir at njóta lívið, sína familju og vinir. Tað er tað, ið kann hjálpa honum burtur úr hansara trupulleikum.
Meðan Batista roynir at mála við ljósum strokum, so eru onnur minni bjartskygd.
Ein eldri blaðmaður á El Grafico, Diego Borinsky, segði: ?Fólkini kring hann vita, at hann framvegis tekur narkoevni, men tey siga bara ?Ja, Diego? og gera onki. Tá tað er sagt, so skal eisini leggjast aftrat, at hann er ikki til at hava tamarhald á. Tað, sum Maradona ynskir at gera, ger Maradona. Ikki er so langt síðani, at hann rendi á við bili í Cuba, tí hann koyrdi á skeivari síðu.?
?Ein maður, ið kallast Ferro Vieira var við honum í Cuba. Hann var eisini við Maradona áðrenn, hann fór í hundarnar í Punto del Este - og Interpol kannar hann í sambandi við narko-illgruna. Hvat sigur tað? Líkamikið hvar hann fer, so fara somu trupulleikar altíð at vera í hølunum á honum. Narko er ein vognur, sum tú kanst loypa á. Men tú kanst ikki altíð loypa av. Tann dagin Maradona doyr fer at vera ræðuligur, meira ræðuligur enn tá Eva Peron doyði.?
Borinsky heldur á.
?Hvat ger hann við seg sjálvan? Maradona tjenar pengar upp á Maradona, krevur samsýning fyri blaðsamrøður og selir sína egnu søgu. Tá hann kollapsaði í Uruguay, rindaði eitt blað honum 100.000 dollarar fyri eina samrøðu úr sjúkrasongini.
Maradona fekk eisini eina millión dollarar í forskoti fyri hansara lívssøgu, sum seldi óført í kjalarvørrinum av, at hann gjørdi av at gerast tekniskur venjari hjá felagnum Almagro, hóast hann ongantíð hevði verið til ein dyst, og bert møtti til eina venjing. Seinni segði hann ?ikki spyrja meg um Almagro. Eg havi ikki skrivað nakran sáttmála.?
Tora ikki
Bókin er, sum væntað, ein blandaður landhandil, har Maradona leggur eftir FIFA og Pele og annars prátar leyst og fast um lívið.
Tað eru ikki øll, ið halda, at hetta er undirhald á høgum støði, minst av øllum maðurin, sum leiddi átta ára gamla Maradona burtur úr fátækradóminum og legði honum lag á á 1. liðnum hjá Argetinos Juniors. Francisco Cornejo var nógv meira enn bara ein venjari, tá Maradona stevndi móti tí, ið skjótt skuldi gerast heimins besti fótbóltsleikari - tann besti nakrantíð, ið eygunum hjá fleiri. Cornejo, sum í dag stendur á odda fyri einum fótbóltsskúla, ið kallast San Diego, ber ótta fyri, at hansara besti næmingur ikki longur kann lærast.
?Kann eg hjálpa honum nú? Nei. Eg má síggja í eyguni, at tað er absolutt onki, eg kann gera fyri hann? segði ein sorgarfullur Cornejo.
?Um eg gjørdi okkurt, so vildi hetta oyðilagt okkara samband. Eg haldi tað sama, sum øll onnur halda um verandi støðu, men eg vil ikki gera hann illan við at lufta eina meining, sum er sera torfør at seta orð á. Eg eri øgiliga keddur um alt hetta. Tað er sum um ein av synunum hjá mær hevur hesar trupulleikarnar. Onki er eftir av tí dreinginum, sum eg einaferð kendi.?
Og soleiðis er lagið. Sjálvt ikki Cornejo hevur mansmót ella viljan at siga sína hugsan við Maradona fyri at fáa hjálpa honum burtur úr sínum egna vitloysi.
Sjálvur er Maradona ikki í iva um sín ódeyðileika. Fyri stuttum segði hann: ?Eg kann ikki doyggja fyrr enn allir fýra beatlarnir eru í himmiríki. Bara ein er har nú, so eg eri tryggur.?
Hetta ljóðar ikki, sum ein maður, sum er í tøttum sambandi við veruleikan.
Ein tíðindamaður frá útvarpsstøðini La Red Fernando Pacini - ein vinur hjá Maradona - royndi at verða objektivur, tá hann greiddi frá: ?Eg var saman við honum nakrar dagar í Cuba og kann siga so mikið sum, at hann hevur tað betri nú, enn hann hevði tað tá. Hansara vøddar eru framvegis í ússaligum standi, men hann tekur tey neyðugu fyrivarnini.
Eg veit ikki, nær hansara medisinsku trupulleikar hvørva, men hann roynir at byggja upp aftur og er ikki liðugur enn. So mikið veit hann. Hann má ansa sær hvønn dag.
Tað var friður á honum í Havana. Har var friðarligt, men hann kendi seg einsamallan. Her í Argentina - ja, her er hann Maradona.
Eg veit ikki, hvat hendir næst, men eg veit, at hann ætlar sær at spæla móti Brasilia og eg trúgvi, at hann hevði klárað seg væl. Eg haldi, hugskotið er skilagott og eg veit, at eisini fleiri fólk innan fótbóltsheimin her høvdu fegnast, um tað hendi.
Fólk í Argentina høvdu sjálvsagt fegin viljað sent ein 40 ára gamlan leikara á vóllin móti Brasilia fyri at vísa júst, hvussu langt framman fyri tey eru.
El Diego, sum hevur fingið síni høgg frá brasiliamonnum gjøgnum árini, er sum sagt fegin og fúsur.
Ein dyst - hvat so?
Ein dyst aftrat. Men hvat so. Fer Maradona at duga at liva uttan rúsevni og tilbiðjanina á fótbóltsvøllinum?
Sjálvur iðrar hann seg ikki á nakran hátt um sína fortíð og ber ikki á nakran hátt ótta fyri framtíðini.
Í bókini staðfestir Maradona: ?Eg kann hyggja heimin í eyguni. Eg fór ikki illa við nørkum øðrum enn mær sjálvum og burtursær frá familjuni so skyldi eg ikki nøkrum nakað. Eg stríðist fyri mínum lívi dag og dagliga. Eg havi míni fólk kring meg. Eg havi mínar vinir. Mín kona stuðlar mær treytaleyst og eg eigi tvær døtrar, ið eru líka so deiligar, sum eg altíð droymdi um, at tær fóru at verða. Oman á tað, so eri eg fult virdur í tí landi, sum eg elski. Hóast alt tað, sum er hent, so fái eg respekt frá Argentina og tað njóti eg til fulnar.?
Fyri Maradona ger treytaleysi kærleikin frá vinum, familju - ja, at kalla øllum í Argentina - allarhelst meira skaða enn gagn.
Og kortini. Uttan hetta, hevði hansara stóra - men veika - ego helst ikki hildið eitt minutt aftrat.
Kelda: Soccernet
Myndin er úr bókini: el Diego