Marco Rubio er í Ísrael

- Endamálið við ferðini er at tryggja Ísrael, at landið hevur amerikanskan stuðul

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, er í dag komin til Ísraels. 

 

- Endamálið við ferðini er at tryggja landinum, at tað hevur amerikanskan stuðul.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í morgun.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur víst sína ónøgd við ísraelska álopið móti Hamas-leiðarar í Katar í vikuni.

 

Vitjanin í Ísrael kemur eftir, at Marco Rubio fríggjadagin hitti forsætisráðharran í Katar í Washington.

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu