Marek vendur 1. deild hjá KÍ

Við at seta Eyðun Klakstein og Trygva Mortensen sum venjarar hjá Formula-liðnum, mátti KÍ eisini finna nýggjan venjara til 1. deildarliðið hjá felagnum. Hesin er nú settur, og verður tað Marek Wierzbicki, sum skal røkja uppgávuna. 42 ára gamli pólverjin hevur í ár spælt á næst besta KÍ-liðnum, og fáur man ivast í, at hann hevur royndir, sum kunnu koma ungum viðspælarum tilgóðar.