Maria skifti stórbýin út við Viðareiði

Presturin á Viðareiði greiðir frá um stigið frá lærdum háskúla í Keypmannahavn til at verða prestur á bygd í Føroyum

Í stívliga eitt ár hevur Maria Jørðdal Niclasen verið prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi. Hon hevur virkað í og úr prestagarðinum í Ónagarði á Viðareiði.

Áðrenn hon flutti heim og til Viðareiðis at starvast, hevði Maria búð í 10 ár í Keypmannahavn, har hon eisini hevði lisiið gudfrøði.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Mariu Jørðdal Niclasen um fyrsta árið sum prestur á Viðareiði.

(Mynd: Jens Klæmint Jacobsen)