Marianna Winter er fyrsti vinnarin úr Føroyum nakrantíð

Hvørt ár velur dómarapanelið 20 einstaklingar undir 30, sum eru mettir at hava eina møguliga framtíð sum vinnuleiðarar.

Norðurlendski tónleikaídnaðurin hevur avdúkað teir 20 einstaklingarnir undir 30, sum bera ídnaðin fram við árliga Nordic Music Biz Top 20 Undir 30-framtakið, sum NOMEX (Nordic Music Export) skipar fyri.


Nordic Music Biz Top 20 Undir 30 gongur nú á sætta árið. Fokuserað verður á fjølbroytni í ídnaðarvinnuni og sjangrum, sum endurspeglast í tí fjølbroytta tónleikapallinum á økinum. Í ár er listin eisini vaksin við einum talenti úr Føroyum. NOMEX, sum er eitt samstarv millum norðurlendsku eksportráðini, hevur halgað seg til at ala fram vøkstur og menning fram í norðurlendsku tónleikavinnuni í meira enn eitt áratíggju.


Aftanfyri pallin hava hesi ungu professionellu ein týðandi leiklut í vøkstrinum av norðurlendskum tónleiki og ávirkan hansara kring heimin. Tey koma við nýggjum perspektivum og nýskapandi hugskotum í einari vinnu, ið broytist alla tíðina. Hvørt ár velur dómarapanelið 20 einstaklingar undir 30, sum eru mettir at hava eina møguliga framtíð sum vinnuleiðarar. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by: Larm Festival – eitt stórt tiltak í norsku tónleikavinnuni, sum verður hildið í Oslo í Norra.


Í ár er príshandanin sett til hósdagin 14. september. Nordic Music Biz Top 20 Undir 30-móttakarar vórðu valdir grundaðir á eini røð av kriterium, sum t.d. vøkstur hjá fyritøkum, gongdin í yrkisleið, viðurkenning frá ídnaði, nýlig ávirkan á vinnuna, listarligari menning, nýhugsan, konsertinntøku, sølu, stroymingardata, atøkum og at verða hoyrd/sædd á útvarps- og sjónvarpspalli.


Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyingur valdur, og vit hava tað stóru gleði at ynskja Mariannu Winter til lukku við at vera ein av teimum 20 vinnarunum.


FØROYAR

Marianna Winter (23) A&R, TUTL


Marianna Winter Nagata er ein dynamisk kraft í føroyska tónleikaídnaðinum. Hon arbeiðir í løtuni sum A&R hjá TUTL, sum er fremsti umboðari og útbýtari av føroyskum tónleiki. Leikluturin hjá Mariannu fevnir víðari enn hennara A&R-ábyrgd. Hon er útgávustrategur og tónleikarafyriskipari og hevur aktivan leiklut í bookingtoyminum hjá G!Festivalinum. Hon er eisini leiðari í lokala jazzfelagsskapinum og bókar árliga Vetrarjazzfestivalin. Serkunnleikin hjá Mariannu var serliga viðurkendur, tá ið hon sat í panelinum til Trondheim Calling 2023 og segði frá sínum innliti í at navigera tónleikavinnuna. Haraftrat varð hon vald sum umboð til Reeperbahn International Trade Mission í New York Indie Week í fjør, har hon víðkaði sítt netverk uppaftur meiri.Við sínum víðfevndu royndum og innliti sum tónleikari, sangskrivari og listafólk er Marianna ágrýtin stuðul hjá spírandi listafólki í Føroyum, meðan hon eisini talar fyri rættindum hjá tónleikarum sum nevndarlimur í Tónleikasamband Føroya.

 

 

 

Meira sæst á www.fmx.fo