Konsertferðin hjá Marius byrjaði 29. juni í Seattle. Tónleikararnir fóru beint úr flogfarinum við jetlag og at spæla konsert. Dagin eftir spældu teir á tónleikastøðini KEXP.org, sum er ein stór óheft radiostøð í býnum. Og tað mundi loysa seg, tí hóast teir sama kvøld spældu norðan fyri Seattle, komu fólk úr býnum at lurta, tí tey høvdu hoyrt Marius á útvarpsstøðini.
Síðani hevur bólkurin spælt í Astoria, Portland, Salem og Bend, sum allir eru í statinum Oregon. 5. juli spældi Marius fyri fyrstu ferð í Kalifornia – hetta var í býnum Redding, og í gjár spældi bólkurin á The Brainwash Cafe.
Í dag vitjar Marius í Sacramento, og í morgin stendur Kreuzberg fyri tørni. Síðani gongur leiðin til San Diego, og 10. Og 11. Juli eru teir í Los Angeles.
Tónleikararnir í Marius eru Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Brandur Jacobsen og Heðin Ziska Davidsen. Tónleikarin Michael Trew úr Seattle, sum hevur bólkin Autumn Electric, spælir eisini við Marius, og hann koyrir bilin, tá ið teir ferðast.
Nýggja fløgan hjá Marius er í gerð og verður væntandi úti seinri í ár. Eitt staklag av hesi fløgu kemur í umfar í næstum.