Mariasystir Josuana frá Evangelisku Mariusystrunum í Darmstadt vitjar í Føroyum. Hetta er sættu ferð, hon kemur higar. Eitt nú fer hon at hava møti í KFUM í Havn, í missiónshúsinum í Vestmanna, á Sandi, í Suðuroy og í Vágum.
Mariasystir Josuana er fødd og uppvaskin í Noregi, men arbeiðir nú í høvduðsmistøð teirra í Týsklandi. Tær gott 300 mariusystrarnar eru úr 23 ymiskum longum, og tær arbeiða eisini í 12 miðstøðum víða um heim.
Høvuðsuppgávan
Høvuðsuppgáva teirra er missión gjøgnum bøkur, bókamerki við kristiligum teksti, traktatir o.l. og eisini video. Stórur dent-ur verður lagdur á at geva konkreta hjálp til teirra, sum ynskja at liva eitt lív í eftirfylgjan av Jesusi. ?Evangleiecentrene" í Noregi (heim fyri fyrr-verandi rúsmisnýtarar) brúka til dømis nógv litteratur frá Mariusystrunum. Heilt nógvar bøk-ur og prentlunir fara eisini so javnan til Asiu, Afriku og til lond, har ikki er loyvt at boða Guðs orð.
Eyðkendu bókamerkini
Eyðkendu bókamerkini (sí hjálongdu mynd) fáast nbú á 93 ymsum málum. Mong dømi eru um, at hesir stuttu teksir hava veirð fólki til hjálpar á neyðarstund.
Verður latið ókeypis
Alt verður latið ókeypis, (tó ikki til bókhandlar, sum mugu keypa sínar bøkur). Soleiðis hava tær arbeitt í nógv, nógv ár. Alt. Sum krevst til prenting, at senda við, teldur, pappír, frímerki o.s.fr., hava tær til higartil fingið sum gávur. Tær biðja Gud um tað, sum teimum tørvar, og Gud svarar ? í sínum tíma. Somuleiðis er við matvørum, klæðum og øllum til lívsins uppihald. Gud minnir fólk á at geva.
Hvat er loyndarmálið
Londarmálið aftanfyri hesi nógvu bønarsvarini er, at einki má vera, sum kann forða fyri, at Gud kann vælsigna. Merkja tær, at bønarsvarið ikki kemur, so rannsaka tær seg sjálva, eyðmýkja seg inn fyri Gudi og biðja um fyrigeving. Hetta er gongda leiðin hvørja ferð. Gud vælsignar og gevur. Við at liva á hendan hátt, ynskja tær at vísa, at Gud hoyrir hvørja bøn.
Ljóðar hetta áhugavert, so hevur Mariasystir Josuana fleiri møtir hesar dagarmar.
Øll eru vælkomin at vera við. Møtini verða lýst í bløðunum.
Ynskjast fleiri upplýsingar, so ring á tlf. 314740, 456030 ella 511614