Marjun er havnarkona, dóttir Miu Trónd, tannlækna, og Hanus Jensen, skipara, og gift við Bjarna Wilhelm úr Havn. Eftir lokið studentsprógv í 1973 fekk hon sær útbúgving sum cand.brom. (matvørufrøðingur) á Den Kongelige Veterinær- og Landbohøjskole í 1978. Hon arbeiddi á Fiskirannsóknarstovuni frá 1978-80 og sum deildarleiðari hjá Faroe Seafood frá 1980-82. Síðan arbeiddi hon sum deildarleiðari og gjørdist av álvara eitt kent andlit í Føroyum sum stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fram til 1996, tá ið Edmund Joensen, táverandi løgmaður, setti hana í starv sum løgmansstjóri. Í 2002 fekk hon diplom í almennari fyrisiting á Danmarks Forvaltningshøjskole. Vit kenna eisini Marjuna sum eitt sera ágrýtið viðhaldsfólk hjá Neistanum, har ið hon í yngri árum var ein kendur leikari.
Tá ið Marjun varð sett í nýstovnaða starvið sum løgmansstjóri, vakti tað ikki minst ans, at ein kvinna varð sett sum fremsta embætisfólk landsins. Tað sigur ikki so lítið um Marjuna. Hon er soleiðis eisini ein góð fyrimynd fyri aðrar føroyskar kvinnur. Hetta var byrjanin á teim so nógv umrøddu bygnaðarbroytingunum í miðfyrisitingini. Marjun hevur saman við nógvum góðum fólki staðið á odda og lagt nógva orku í at menna landsins fyrisiting, og hevur hennara stremban borið góðan ávøkst. Tað hoyrist eisini frá nýggju landsstýrismonnunum nú um dagarnar, at teir halda fyrisitingina rigga væl. Tað er eisini væl í tráð við hennara lyndi, at einki eigur at frysta fast í stirvnar vanar, og tí fer ein og hvør skipan at hava tørv á endurskoðan eins og nú politikkarar og onnur tala um.
Vit, sum arbeiða saman við Marjuni - tí hóast ein í veruleikanum arbeiðir undir henni kennist tað meira sum at arbeiða saman við henni - kenna hana sum eina opna, kvika og heita persónmensku. Eina, sum dugir at eggja sínum starvsfólki til og eisini rósa teimum fyri gott avrik. Vit ynskja Marjuni hjartaliga til lukku á hennara fimmti ára degi og vóna, at hon fer at fáa nógv góð ár afturat. Vit vænta, at hennara unga og lívliga lyndi - Blásiusmessubarn, sum hon jú er - saman við nógvum lívsroyndum eisini í komandi tíðum fara at koma henni og Løgmansskrivstovuni væl við.
Bestu føðingardagsheilsanir frá
starvsfólkinum í Løgmansskrivstovuni