Marni Berg keypt Reklamuhúsið

- Tað eru faktist eingi mørk fyri, hvat vit kunnu gera og dekorera, sigur nýggi eigarin.

Søldfirðingurin, Marni Berg, sum nú hevur keypt Reklamuhúsið í Norðragøtu og hevur broytt navnið til Reklamuprent, hevur koyrt lastbil seinastu 12 árini. Nú hann hevur keypt Reklamuhúsið, hevur framvegis lastbilin, men nú er tað mest pápin, sum koyrir.

 

- Eg haldi, at Reklamuprent er bæði spennandi og avbjóðandi. Fyri umleið 5-6 árum síðan gjørdi eg ymiskar free-lance uppgávur fyri táverandi Reklamuhúsið. Nú hava vit so keypt aktivini, hava stovnað nýtt felag, eg eri spentur eftir at reka hetta virksemi víðari.

 

Hann sigur, at tað, sum Reklamuprent í fyrstu syfti serliga leggur seg eftir, er at dekorera skelti, gera klistrimerki, dekorera bilar og gera klædnaprent.

 

- Ætlanin er, at vit skulu veksa okkum størri og gerast betri sum frálíðir. Tað má vera málið, tá tú fert í holt við nakað. Men, í fyrsta lagi vilja vit hava teir møguleikar, sum eru í húsinum, upp at koyra, sigur Marni Berg.