Marran endurtekur seg

Enn eina ferð gjørdist ein brotssparkskapping endastatiónin hjá enska landsliðnum í einum endaspæli. Italia var leikliga greitt omaná, men tað eydnaðist ikki bróta niður ensku verjuna

Tað er nú greitt hvørjar hálvfinalur í EM endaspælinum verða. Kekkia, Grikkaland, Frakland og Ongland máttu øll lúta í fjórðingsfinalunum fyri Portugal, Týsklandi, Spania og Italia. Fjórðingsfinalurnar vístu greitt, at bæði Kekkia og Grikkaland vóri komin so langt sum tey nú eina ferð kundu, meðan Frakland framvegis er undir uppbygging og at Ongland framvegis ikki dugur at skjóta brotsspørk.

Týskland knústi Grikkaland
Joachim Löw gjørdi tríggjar heldur óvæntaðar broytingar á liðnum. Út fóru Mario Gomez, Thomas Muller og Lukas Podolski og inn komu Andre Schurrie, Marco Reus og Miroslav Klose.
Fyri uttan eina lítla løtu í byrj­anini av dystinum, so sat Týskland á øllum dystinum. Longu aftaná tríggjar minuttir var bólturin í mál­inum, men Miroslav Klose var rangstaddur. Fleiri ferðir var Týsk­land nær við at leggja seg á odda, men ikki fyrr enn fimm min­uttir fyri hálvleik kom hol á.
Philipp Lahm rak seg leysan frá vinstru og smekkaði til. Bólturin snýtti málmanni hjá Grikkalandi og so var Týskalnd á odda. Tey mundu verða fá, ið góvu Grikkalandi ein møguleika eftir hetta, tí teir høvdu ikki so mikið sum eina bóltrøring í týska brotsteignum.
Tíggju minuttir inn í seinna hálv­leik hendi tað tó. Dimitris Salpingidis fór tvísporandi avstað í høgru síðu og legði innfyri til Georgios Samaras, sum varð fyrstur á og prikaði bóltin í málið.
Tað gingu bara seks minuttir, so svaraði Týskland aftur. Fyrst legði Samir Khedira Týskland á odda eftir innlegg. Síðani økti Miroslav Klose eftir horna og bara minuttir seinni fylgdi Marco Reus upp og smekkaði bóltin í tvørstongina og inn.
Grikkaland minkaði um munin upp á brotsspark stutt fyri tíð, men talan var upp á allar mátar um ein sannførandi sigur til Týskland.

Xabi Alonso munurin
Vicente del Bosque valdi Cesc Fabregas framum Fernando Torres frá byrjan, meðan Samir Nasri sat uttanfyri hjá Fraklandi. Dysturin myndaði seg sum ein kundi vænta. Spania hevði bóltin nógv, meðan fraklendingar runnu aftaná.
Spania legði seg á odda aftaná 19 minuttir, tá Jordi Alba fór tví­sporandi frammeftir vinstru síðu. Komin til baklinjuna legði hann bóltin innfyri til Xabi Alonso, sum við hørðum stútara legði Spania á odda. Spania vildi eisini hava brots­spark í fyrra hálvleiki, tá Cesc Fabregas fór umkoll, men ongin av dóm­arunum á og kring vøllin lótu við seg koma.
Nøkur fá sekund fyri tíð økti bleiv innskifti Pedro koyrdur um­koll í brotsteiginum. Hesa ferð var ongin ivi og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Xabi Alonso skor­aði uppá.
Spania var samanumtikið betra liðið og hevði bóltin fyri tað mesta. Fraklendingar megnaðu ongantíð at veruliga hótta spanska málið.

Italia víðari eftir brotsspørk
Roy Hodgson valdi somu ellivu sum móti Ukraina, men Italia hevði Mario Balotelli og Antonio Cassano í álop­inum. Tað gingu bara tveir min­uttir, so sendi Daniel De Rossi eitt skot á trýkantin. Tveir minuttir seinni var Glen Johnson nær við, men Gianluigi Buffon fekk hondia á.
Størsta møguleikan í fyrra hálv­leiki fekk Mario Balotelli, tá Antonio Cassano stútaði bóltin fyri føturnar á honum, men úr stuttri fjarstøðu skjeyt hann bóltin uppum. Í seinna hálvleiki fekk eisini Daniel De Rossi ein risa møguleika, men hann rakti ikki málið.
Einki mál kom í vanligari leiktíð og tí var farið til umdyst. Her helt Italia fast um leikliga yvirvágina, men heldur einki mál kom her. Ongland stóð fyri tað mesta í verju­støðu og sparkaði langar bóltar fram til Andy Carroll og Wayne Rooney. Italia hevði bóltin í málinum, men málskjúttin var rangstaddur.
Tí var neyðugt at fara til brots­skarpskapping fyri at finna ein vinnara. Italia brendi fyrst, men end­aði við at vinna 4-2. Ashley Young og Ashley Cole brendu fyri Ongland. Italia skal nú møta Týsk­landi í hálvfinaluni.

- - -

Brotssparkskapping:

1. Italia – Mario Balotelli: Skorar, Joe Hart velur rætt, men skotið er ov gott 0-1
1. Ongland – Steven Gerrard: Skorar, Til høgru fyri málmannin – eins og Balotelli 1-1
2. Italia – Montolivo: Brennur. Skotið ferð við síðuna av 1-1
2. Ongland – Wayne Rooney: Skorar, eins og Gerrard skjýtur hann til sína egnu vinstru 2-1
3. Italia – Andrea Pirlo: Skorar: lyftur bóltin í besta Panenka stíl róligt mitt í málið. 2-2
3. Ongland – Ashley Young: Brennur, Hart á tvørstongina 2-2
4. Italia – Nocerino: Skorar, róligt til vinstru. 3-2
4. Ongland – Ashley Cole: Brennur, Buffon bjargar til sína vinstru 3-2
5. Italia – Alessandro Diamanti: Skorar trygt. 4-2. Italia víðari