Marrubyrjan: FC Midtjylland taptu í fyrsta dysti við Bo Henriksen sum venjara

FC Midtjylland, ið gjørdust nummar tvey í undanfarna kappingarárið, tóku ímóti OB á MCH Arena

 

 

Besta deildin í donskum fótbólti byrjaði aftur í kvøld. FC Midtjylland, ið gjørdust nummar tvey í undanfarna kappingarárið, tóku ímóti OB á MCH Arena. Midtjylland vóru undan dystinum greiðir favorittar, og eru vónirnar í ár, at teir aftur kunnu bjóða liðunum úr Keypmannahavn av um meistaraheitið. OB vann dystin 1-2.

 

Vert er at leggja merkis til, at Midtjylland hava fingið nýggjan venjara. Bo Henriksen, sum í nógv ár hevur verið venjari í AC Horsens, stóð klárur á síðulinjuni, og vónaði hann at kunna vísa ein av sínum mongu sigursdansum fram. Hetta bleiv tó ein dagur hann skjótt vil gloyma, tí í 92.min skoraði Jørgen Skjelvik uppá beinleiðis hornaspark fyri útiliðið.

 

Henriksen var settur í samband við starvið sum føroyskur landsliðsvenjari, áðrenn avgerð bleiv tikin um, at seta Håckan Ericson.

 

OB endaðu nummar 3 í niðurflytingarbólkinum í fjør. Talan er tískil um eina framúrskarandi byrjan fyri teirra viðkomandi.

 

 

 

FCM-OB 1-2

 

15´ 0-1 Kadrii

 

59´ 1-1 Sisto

 

92´ 1-2 Sjelvik