Seinastu 13 árini hevur Martin Restorff Jacobsen røkt embætið sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Og samanlagt hevur hann virkað sum sóknarprestur í nærum 40 ár.
Sunnudagin verður tó seinasta ferðin, at Martin fer at hava guðstænastu sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi
Nú Martin gevust bjóðar kirkjustýrið í Nes kirkjusókn øllum til morgunmatar áðrenn guðstænastuna sunnudagin. Morgunmaturin byrjar kl 09.45.
Guðstænastan er ein altarguðstænasta og kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fer eisini at luttaka.
Tey 40 árini, sum Martin Restorff Jacobsen hevur starvast sum prestur, hevur hann starvast í 4 ymiskum prestagjøldum. Fyrst 4 ár í Suðuroyar sunnara prestagjaldi við bústaði í Vági, 3 ár í Fredericia í Danmark og 21 ár í Norðurstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Hvalvík. Seinastu 13 árini hevur hann verið sóknarprestur í Nes prestagjaldi, við bústaði í prestagarðinum á Nesi..