Martin Næs 50

Í dag, 9. juli, fyllir landsbókavørðurin fimmti ár

Martin Næs er vágbingur, sonur Brynhild, f. Stenberg, úr Sumba og Johs. Andr. Næs úr Nesi í Hvalba.
Martin tók studentsprógv í Hoydølum í 1975, og trý ár seinni tók hann prógv sum bókavørður á Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn.
Hann var síðani bókavørður á Landsbókasavninum í eitt ár, á Býarbókasavninum í tvey ár, 1. bókavørður á Landsbókasavninum 1981-83 og eftir tað bókavørður á Akuroyri í tvey ár.
Frá 1985-88 var Martin Næs settur landsbókavørður, og síðani 1989 hevur hann havt hetta starv.
Hann hevur eisini havt ymisk nevndarstørv: í Setursráðnum á Fróðskaparsetrinum, í Rithøvundafelagnum, stýrinum fyri Norðurlandahúsið og Orðabókagrunninum hjá Fróðskaparfelagnum.
Martin er eisini skald. Hann hevur givið trý yrkingasøvn út og fýra barnabøkur. Í 1990 gav hann út skaldsøguna Tvey, og í 1995 kom eitt savn av greinum, ummælum, røðum og samrøðum. Tað kallast Hvør eigur flaggknappin?
Eisini hevur hann týtt nógv, barnabøkur, yrkingar, og saman við konuni týddi hann kanska fremstu skaldsøgu Halldór Laxness: Garpatáttur.
Í 1975 giftist Martin við þóru þóroddsdóttir av Akuroyri, og tey eiga børnini Flóvin þór, Guðný, Brynhild og Jónas Tór.