Mattias Hellisdal fekk fulla spælitíð móti Elfsborg

Västerås mátti lúta á útivølli

U21-landsliðsspælarin, Mattias Hellisdal fekk fulla spælitíð, tá Västerås í kvøld spældi dyst móti Elfsborg á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin móti Elfsborg í Borås endaði við 3-0 sigri til heimaliðið, ið var á odda 1-0 í steðginum. 

 

Elfsborg hevði bóltin væl meira, og hagtølini við málmøguleikum innanfyri málrammurnar søgdu 7-1 til heimaliðið.

 

Mattias fær karakterin 6,4 frá Sofascore, og 6,2 (av 10 møguligum) frá Soccerstand.

 

Västerås er nummar sjey í deildini við 25 stigum. 

 

Mikudagin klokkan 17.30 spælir Västerås dyst á útivølli móti Enköping í svensku steypakappingini. Enköping spælir í triðbestu deildini, so tað burdi borið til hjá Mattiasi og liðfeløgunum at vunnið seg víðari í steypakappingini.