Leif Sørensen hevur um nakar gingið á odda, tá tað kemur til kveikja nýtt lív í føroyska matstovuvinnu. Men hann telist eisini millum teirra, sum stúra fyri avleiðingunum av matvørulógini, sum kemur í gildið í juni 2015.
- Sjálvandi ynskja øll trygd. Spurningin er, hvussu vit skipa trygdina? Ólukkan kann verða, at vit lóggeva okkum úr tí og sterilisera alla føroyska matmentan. Tí so missa vit alt á gólvið, og mentanin hvørvur innanfyri fá ár, sigur Leif Sørensen.
Kunning framum lógir
Leif Sørensen vísir á, at tað eru einans tvey góðkend sláturvirki og tveir góðkendir hjallar.
- Um tað eisini verður galdandi framyvir, so verður illa statt. Tí tá verður trupult at fáa fatur í serligu vøruni. Tað er heldur ikki vist, at tey, sum reka sláturvirkini, hava skil fyri hesum ella hava áhuga fyri matmentan, vísir Leif Sørensen á..
Hann sær ikki ein beinleiðis trupulleika í, at hjallar ikki hava til dømis eitt forrúm við hondvaski ella eitt eina goymslu til pakkitilfar, sum vegleiðingin frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni annars áleggur.
- Her manglar vitan á økinum. Tá fólk vita ov lítið, so lóggeva vit okkum bara burtur úr tí. Tað tykist sum um, at vit lóggeva bara fyri at vera vís í, at onki hendir, sigur Leif Sørensen, sum ynskir upplýsing á økinum fram um lógir.
- Tað sum er umráðandi, er kunning. Vit kundu kravt, at bóndur møttu til skeið, so teir lærdu um teir vandar, sum er. Soleiðis gerast teir tilvitaðir um tað, heldur enn at vit fokusera upp á karmar, vísir Leif Sørensen á.
- Eg trúgvi upp á gomlu matmentanina. Tað hevur riggað væl gjøgnum øldir, og vit hava næstan eingin óhapp havt. Tær ólukkur, sum eru hendar, har vita vit eisini, hví tað er hent, sigur Leif Sørensen og nevnir sum dømi, at tað upp á ongan máta er ráðiligt at koyra kjøt í ein posa og leggja tað í ein kjallara.
- Tá endar tað galið!
Mentanin er broytt
Verður tað soleiðis, sum Leif Sørensen stúrir fyri, at vit einans koma at hava tvey góðkend sláturvirki og tveir góðkendar hjallar, so minkar fjølbroytni í føroysku matmentanini munandi, heldur hann.
- Tá sigur seg sjálvt, tí tá minkar útboðið. Taka vit bara garnatálg sum dømi, so er tað so ótrúliga ymiskt, hvussu tað verður gjørt kring landið. Fer tað á eitt virkið, so verður tað ofta standardiserað og moderniserað, og harvið hvørvur tað gamla, sigur Leif Sørensen og leggur aftrat, at mentanin longu nú er nógv broytt.
- Í Havn keypa fólk ikki heil krov longur, men bara kjógv. Tað gongur skjótt skeiva vegin. Og fara vit eisini at lóggeva á henda hátt, so gongur tað skjótt galið, ger Leif Sørensen greitt.
Og sambært honum, so hava vit allar møguleikar at halda lív í gomlu mentanini, sum sambært honum stendur fyri falli.
- Føroyskur matur er áhugaverdur. Og føroysk matstovuvinna kann halda lív í eini aldargamlari mentan. Sleppur vinnan ikki tað, so kann føroyska matmentanin hvørva fult og heilt, sigur Leif Sørensen.