TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Maurice Ross, høvuðsvenjara hjá TB/FCS/Royn, sum sá sínar menn spæla javnleik 0-0 ímóti KÍ á heimavølli í dag.
Maurice Ross er fegin um avrikið hjá sínum monnum tveir teir seinastu dystirnar, 3-2 sigurin á Víkingi, og 0-0 javnleikin í dag, sum hava ført TB/FCS/Royn burtur úr vandaleið, og hava tryggjað liðnum rættin at spæla í effodeildini komandi kappingarár.
Maurice Ross gevur sínum spælarum æruna fyri, at arbeiðssetningurin er greiddur. Hann staðfestir, at spælararnir hjá TB/FCS/Royn hava arbeitt steinhart fyri sakini, og tað fegnast hann um.