TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross aftaná 0-4 tapið hjá liðnum ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.
Maurice Ross staðfestir, at NSÍ spældi væl, og hevði sigurin uppibornan. Men hann heldur, at 4-0 var ein dekan ov stórur málmunur, sum ikki gevur eina rættvísa mynd av dystinum.
Hóast tapið er skotski venjarin fegin um, at hansara menn stríddust væl. Men liðið hevur skaðar at dragast við, og tí er hópurin heldur tunnur fyri tíðini.
Spurdur um TB/FCS/Royn aftur kann skelka B36 komandi leygardag, svarar Maurice Ross, at teir í TB/FCS/Royn trúgva uppá, at tað letur seg gera, men hann slær fast, at B36 er favorittur til at vinna tann dystin.