Maurice Ross: Suðringar vunnu uppiborið

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross hevur ongar umberingar fyri 0-2 tapinum ímóti Suðringum

Mest sigursvanda liðið í steypakappingini seinastu 10 kappingarárini, Víkingur er ikki partur av steypakappingini longur.

 

Fyrr í dag tapti Víkingur á heimavølli 0-2 ímóti Suðringum, ið fara at ferðast heim við einum søguligum hálvfinaluplássið.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice Ross, ið var høvuðsvenjari hjá Suðringum farna kappingarár.

 

Maurice Ross staðfestir, at Suðringar vunnu ein uppibornan sigur, og hann staðfestir eisini, at Suðringar stríddust meir, og vildu tað meira enn hansara menn, og tað er hann vónbrotin av.

 

Men Maurice Ross minnir á, at longu sunnudagin hevur Víkingur ein sera týðandi heimadyst ímóti HB, og nú er alt fokus hjá Vìkingi á tí dystinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Maurice Ross.

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum hjá Suðringum, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við Salmund Bech hjá Suðringum hoyrast HER