Fríggjadagin, 21. januar, eru liðin 100 ár síðani, at Miðvágs Bóltfelag varð sett á stovn. Tað var presturin, Carl Johansen, sum tók stig til hetta.
Við einum 100 ára degi hoyrir sjálvandi eisini hátíðarhald, og fríggjadagin fara tey í MB so eisini at markera dagin.
Kl. 19.00 verður ítróttargudstænasta í Miðvágs Kirkju, sum Inga P. Dam og David Johannesen standa fyri. Esiini fara Sámal Ravnsfjall, Eivind á Presttrøðni og Ungdómskórið í Vágum at taka lut. Samstundis verða dyrnar í Bygdarhúsinum í Miðvági lætnar upp..
Kl. 20.00 verður so móttøka í Bygdarhúsinum. Har fara fleiri av teimum, sum onkursvegna hava havt samband við MB, at flyta fram røðu, eins og nakað verður til matna til gestirnar, sum vónandi verða nógvir í tali.