Í morgin, fríggjadagin og leygardagin verður Silo í Havn karmur um eitt øl fagnaðartiltak sum danska ølbryggjaríið Mikkeller skipar fyri.
Hetta er aðru ferð, at fagnaðartiltakið, nevnt Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands 2025, stytt MBCFI25 verður hildið í Føroyum. Tað var eisini hildið um somu tíð í fjør.
– MBCFI25 tiltakið var sera væl eydnað í fjør, og nógvir av bryggjarunum, sum vóru við til tiltakið, vóru sera glaðir og vildu fegnir koma aftur í ár, sigur Mikkel Borg Bjergsø, bryggjarin, sum eisini eigur og er stjóri í danska bryggjarínum Mikkeller.
Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) verður lýstur sum ein spennandi ølfagnaður mitt í Havnini. Tiltakið er serstakt – tað er eitt av bert trimum Mikkeller Beer Celebrations í heiminum, umframt teir sum eru í Danmark og Japan.
Havnin hevur ein serligan týdning fyri Mikkel Bjergsø, stovnara og forstjóra í Mikkeller. Hetta kom til sjóndar, tá Mikkeller-barrin í Havn læt upp í 2017.
Mikkel vitjar javnan í Føroyum og stuðlar virkisliga føroyska bryggjarínum OY Brewing, har hann bæði ráðgevur og hjálpir til.
MBCFI er tó meira enn bert øl – tað er ein uppliving fyri bæði føroyingar og ølentusiastar. Við vakra havnarlagnum og Silo'ini sum pallmynd savnar ølfagnaðurin 27 altjóða bryggjarí úr Evropa, USA og sjálvandi Føroyum. Hvørt bryggjaríið sýnir fram 8 ymisk sløg av øli í fýra sessiónum, so gestir fáa breitt úrval av øli at royna og samanbera.
Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) verður hildin í morgin fríggjadagin 17. og leygardagin 18. oktober 2025. Tiltakið verður í Silo á Vestaru Bryggju 15 í Havn.
Tiltakið er býtt upp í fýra sessiónir, so gestir kunnu velja júst tað tíðarskeiðið, ið hóskar:
- Gula sessiónin – fríggjadagur 17. okt. kl. 15.00–18.00
- Bláa sessiónin – fríggjadagur 17. okt. kl. 19.00–22.00
- Reyða sessiónin – leygardagur 18. okt. kl. 15.00–18.00
- Grøna sessiónin – leygardagur 18. okt. kl. 19.00–22.00
Í Silo verður lagt upp til eina vælskipaða og hugnaliga uppliving, har altjóða og føroysk bryggjarí sýna fram síni serøl – og gestir kunnu smakka seg gjøgnum breiðu skránna.
Á hvørjari sessión kunnu fólk ganga runt frá bryggjaríi til bryggjarí og royna øll sløgini av øli, sum eru á ølfagnaðinum.
27 bryggjarí eru við, sum koma úr ymsum londum, og bryggjararnir sjálvir standa við diskin og skeinkja teirra bestu øl.
Alt ølið, tú fært inn á MBCFI25-økinum er ókeypis.
Matur er eisini at fáa á tiltakinum, har tað er ein matsrká við fimm ymsum rættum.
##med2##
– Umframt at koma til ølfagnaðin, so koma fólk eisni higar, tí tey eru so áhugað í Føroyum, sigur Mikkel Bjergsø.
Hann sigur, at hann fekk sera góðar afturmeldingar frá teimum, sum vóru til ølfagnaðin í fjør.
Her kunnu – ikki bara útlendingar, men eisin føroyingar uppliva nakað nýtt, og um fólk halda tiltakið vera gott, sum verður tað sjálvandi endurtikið ár um ár.
– Og áhugin hjá bryggjaríum at koma er stórur, sigur hann.
Men hvussu verða bryggjaríini vald út at vera við?
– Vit royna at taka bryggjarí við, har vit hava persónlig sambond. Vit kenna nógv í vinnuni kring heimin. Fólk, sum eg veit eru opin fyri at uppliva slíkt, nøkur teirra eru sera áhugað, og eg fegnist um at vísa teimum hetta.
– Eg havi verið við til at lært nógv fólk Føroyar at kenna á hendan hátt síðstu 10 árini, eg eri komin higar, sigur Mikkel Bjergsø.
Helmingurin av øllum, sum hava keypt atgongumerki eru útlendingar – eini 500 útlendingar hava longu keypt atgongumerki av teimum 1.500, sum verða seld.
– Og vit vita, at føroyingar altíð keypa í síðstu løtu, sigur hann.
– Umframt allar útlendingarnar so hevur tað eisini týdningi fyri meg, at vísa føroyingum, hvussu okkara heimur sær út, og hvat tað er, sum hesi fólkini gera á ymsu bryggjaríunum kring heimin, sigur hann.
Á ølfagnaðinum verða 200 ymsar øl, sum kunnu smakkast. Har er hugnaligur stemningur – men tað er ikki ein ølfestivalur, leggur Mikkel Bjergsø dent á.
– Hetta er ein beer celebration, ein ølfagnaður, har vit fagna ølinum, og har tað ikki bara snýr seg um at drekka seg fullan, men at njóta øl og tosa um øl og fáa góðar upplivingar við øli, sigur danski bryggjarin, eigarin og stjórin í danska bryggjarínum Mikkeller.
Umframt ølfagnaðin í Havn, MBCFI25, so er eisini ein slíkur ølfagnaður í Keypmannahavn. Hann er í mai, og hevur verið á hvørjum ári síðani 2011.
– Vit hava havt ein í Tokyo í Japan, hann verður aftur næsta ár.
– Vit høvdu ein í Boston í USA, men hann er ikki longur.
– Um tvær vikur, so verður tann næsti, og hann verður í Beijing í Kina.
– Tað verður ein broyting, at koma úr tí minsta landinum, Føroyum, til tað størsta, Kina, heldur Mikkel Bjergsø fyri.
– Har vera 40 bryggjarí við, og har verða seld 5.000 atgongumerki, sigur hann.
Umframt hesar ølfagnaðirnar, so hava tey eisini aðrar í stoypiskeiðini, sigur Mikkel Bjergsø.
Hann vísir á, at hesaferð er eitt bryggjarí av Svalbard við. Sjálvur hevur Mikkel Bjergsø vitjað á Svalbard fyrr í ár, og har kom hann í sambandi við hendan bryggjaran.
##med3##
– Eg havi altíð ynskt mær at koma til Svalbard. Tað er eitt spennandi stað, hevur samband við tað arktiska, og har búgva bara 6.000 fólk. Tey eru í ferð við at steingja tað síðsta námið, so tað merkir helst, at fólkatalið lækkar eini 10 prosent, og so er bara ferðavinnan eftir, sigur Mikkel Bjergsø.
Bryggjaríið á Svaldbard er norðasta bryggjarí í heiminum, sigur hann.
Umframt fleiri smá bryggjarí, so verður kenda kekkiska ølið Budvar við aftur hesaferð.
Mikkel Borg Bjergsø hevur áður greitt okkum frá, at pilsnarin er uppfunnin í Kekkia, og tað er júst bryggjaríið Budweiser Budvar, á kekkiskum Budějovický Budvar, sum uppfann pilsnaran. Kekkiski staturin eigur bryggjaríið, sum er ordiliga stórt innan øl.
MBCFI25 verður sum sagt í morgin, fríggjadagin og leygardagin