MEGA ? Nýggjur telduhandil í miðbýnum í Havn

Fyri kortum lat upp ein telduhandil upp í miðbýnum í Havn. Hesin handilin hevur nógv góð tilboð upp á teldur til ung lesandi og onnur.

Í donskum fjølmiðlum síggja vit í heilum, at tað eru, í okkara verð, ótrúliga góð tilboð upp á teldur og telduútgerð. Tíverri hava vit ikki havt møguleika fyri at ogna okkum hesi góðu tilboðini. Nú er so ein nýggjur handil latin upp, sum ætlar at bøta um hesi kor. Serliga ætlað privatfólki, so sum lesandi og ungum. Tað er havnarmaðurin, Mark Joensen, sum hevur latið upp handilin, sum nevnist MEGA. Hann sigur við YNGD, at handilin fyrst og fremst er ætlaður privatfólki. Sum støðan var, so var tað ofta so, at privatfólk mangan keyptu teldur, sum vóru alt ov stórar til tørvin hjá til dømis einum ungum lesandi. Av somu orsøk bílegði MEGA rættiliga fitt av smærri teldum, sum nøktaðu tørvin hjá ungdómi og so ikki nógv meira enn tað. Hann sigur, at tað er eingin orsøk til at keypa ovurhonds stórar teldur til ein vanliga brúkara. Mark leggur aftrat, at MEGA fyrst og fremst selur teldur, og at teir ikki hava tað stóra útboðið av telduforritum. Tó so, teir hava nøkur, og í næstum fara teir at fáa nøkur forrit, sum eru serliga ætlað børnum. Hesi forrit kunnu til dømis læra børnini bókstavaraðið á ein pedagogiskan hátt. Á henda hátt kunnu børnini venja seg við teldurnar á ein gagnligan hátt.

Sjálvandi telduhandil í miðbýnum
Hann sigur, at fyri honum er tað ein sjálvfylgja, at ein telduhandil er í miðbýnum í Havn. Teir telduhandlar, sum eru í høvuðsstaðarøkinum, eru spjaddir kring býin, men nú er so ein komin oman í miðbýin fyri at verða, sum hann tekur til.
Í miðbýnum kanst tú keypa alskyns vørur, og nú ber so eisini til at keypa teldur og telduútgerð.

Stórur áhugi
Við YNGD sigur Mark Joensen, at fyrsta tíðin hevur gingið serstakliga væl. Nógv fólk hevur verið á gólvinum, og teir eru eisini sera væl nøgdir við søluna higartil. Sum vanligt er í øllum telduhandlum, so hevur sera nógvur ungdómur verið á gólvinum, men eisini hava nógvar familjur og onnur hugt inn á gólvið.
Eitt gott tekin um stóra áhugan er, at hyllarnar í handlunum eru rættiliga tómar, og sum Mark sigur, so hava teir fleiri bílegginar liggjandi, tá ið næsta vørusendingin kemur til landið.

Ætla ikki at kappast við hinar
Fleiri vilja kanska verða við, at MEGA er ein stórur kappingarneyti til hinar telduhandlarnar í býnum, men so er ikki, sigur Mark.
Teir stóru telduhandlarnir í býnum liva fyrst og fremst av fyritøkum og virkjum. Teir selja heildarloysnir, herundir teldunet við meira. MEGA er fyrst og fremst til tann einstaka brúkaran. Teir vænta eisini, at teir ikki fara at trýsta nakran av marknaðinum.