Orðaskiftið um vinnu og vinnupolitikk hevur aftur tikið dik á seg. Blaðstýrarin, Jan Müller, man eiga stóra heiðurin fyri, at tað ber til, nú hann hevur raðfest ein part av blaðnum til júst hetta endamálið. Vinnutátturin í útvarpinum og nýggja blaðið Vinnuvitan fara vónandi at menna samrøðurnar um hesi mál eisini, sum eru alfa og omega, skula vit hugsa um eina virðiliga framtíð í Føroyum fyri allar landsins borgarar. Men skal nakað munagott spyrjast burturúr hesum, so krevst at aktør-arnir sjálvir, politikkararnir og umboð fyri fak- og vinnufeløgini taka lut í, og harvið perspektivera orðaskiftið mest møguligt.
Skrivaði eina grein eftir umbøn. Aftur á kollisónskós?, kallaðist hon. Um afturvendandi sveiggini í okkara tilfeingisbúskapi, og vísti til hvussu aðrir hava roynt at bokslað seg burturúr hesum, eitt nú íslendingar.
Táið Bjarni Djurholm kom inn á vøllin, nakrar dagar seinri, hevði man væntað, at debattin fór á flog, vildi hevja seg uppí eina heilt aðra og meira kompetenta sferu. Men hann man hava verið nakað óstortligur og sintur táið hann fór í blekkhúsið, tí greinin er ein vavstur av lisnari teori og persónligum briksli. Maðurin meinar eftir øllum at døma einki um vinnupolitikk sjálvur. Annars hevði hann lagt tað fram fyri almenningin. Ministarin mátti hildið seg ov góðan til bara at endurtaka úr gomlum vinnuritum hjá Finnboga Arge og at skriva um eina hønu, sum Iosif Stalin roytti fjarðarnar av fyri 70 árum síðani. Hinvegin tykist hann tó allíkavæl, at hava ta fatan, at bara frisørsalongirnar, kioskir-nar, pizzacaféirnar, hýruvagnarnir og krambúðirnar við yuppie-klæðum í Havn ganga strúkandi, so vaksa trøðini inn í himmalin, hóast útflutningurin ríður undan honum dag frá degi. Fleiri hava nú eina grundaða kenslu av, at hann situr úti á politisku eggini, Eidesgaard bíðar bara eftir, at Kalsberg skal knipsa við fingrunum, og eftirmælið um exministaran in spe, man fara at vera sum hjá Snorkusi, ið Grækaris á Gørðum yrkti so væl um í táttinum: "Den Gang Snorkus var død, í stor Armod og Nød, var der ingen hans ben vilde jorde. Ikke en i hans Slægt, hverken Karl eller Knægt, som man hørte den Ære ham gjorde." Hví hesin stóri litteraturin skrivaði hesa tómu greinina, veit ongin, kanska líður hann av horror vacui - tómaangist - og gjørdi eina seinastu desperatu roynd, at grifla seg úr tóma rúminum. Tað eyðn-aðist so ikki á hesum sinni. Tíanverri.
Finnbogi Ísakson fekk tó beint tjakinum inn á beint aftur. Hevur ítøkilig sjónarmið og er greiður sum altíð. Hann mundi eisini vera ein hin fyrsti, sum tordi at gera upp við blandbúskapin, táið hann í áttatiárunum, í Fiskasølublaðnum "Okkara millum", hvesti pennin ímóti privatkommunismuni og skriðanum, sum føroyskur kapitalur fekk í labbarnar, hvørja einastu ferð hann kom sær í nær námind av landskassanum. Hóast floksfelagar, eri eg bara partvíst samdur við hann í tí hann ber fram í klummuni leygardagin: Hví pilka við tað, sum riggar?
Vit eru samdir um at partafeløgini, sum tað almenna eigur allan partapeningin í, yvirhøvur hava rigga væl hesi seinastu árini. Og vit eru ivaleyst minst líka so samdir um, at hitt føroyska samfelagið ikki riggar sum tað skal, táið neyðugt er við áhaldandi, eftirgjørdum andadrátti, úr danska ríkiskass-anum, fyri at fáa búskapin til at hanga saman. Tørvur er á dynamikki, og hvaðani skal hann koma?
Í hesum døgum tosa allir um hitt íslendska miraklið. Allir uttan íslendingar sjálvir, teir hava nógmikið um oyruni og stríðast sum úlvar fyri republikkini og fyri sínum egna vælferðarmodelli. Har hevur staturin m.a. tikið seg aftur úr øllum kommersiellum bankarakstri, og virkar bara sum politiskur regulator. Tað, at staturin hevur slept sínum engasjemangi í bankakervinum og í øðrum fíggingargrunnum við, verður hildið at vera orsøkin til, at Ísland nú ríður á eini búskaparbylgju, sum slær øll met. Politikkararnir mistu sjálvandi sína ávirkan á hesum økinum, men vinningurin varð, at íslendski fíggjarheimurin er farin at gera vart við seg av álvara uttan fyri egin landamørk. Privatiseringarnar hava í fyrstu atløgu havt tað við sær, at rentan á sethúsalánum er fallin frá 5,4% niður á 4,15%. Tænastan er batnað munandi sigst, og fíggjarliga megin er vaksin somikið, at bankarnir eru aktivir luttakarar í keypi og samanleggingum av útlendskum fyritøkum. Magasin í okkara ríkismetropoli varð keypt nú ein dagin og fyrr í ár keypti Kaupthing Bankin danska íløgubankan FIH Bankan. Kring um í Europa hava teir eisini satsað í strategiskum uppkeypi av fiskivinnufyritøkum og útgerðarfe-løgum.
Tað sum staturin hevur fingið burturúr at realisera síni aktiv er komið ríkiskassanum væl við. Seinastu seks árini hava teir selt fyri áleið 830 milliónir US-dollarar og meginparturin av hesum fæi er nýtt til at rinda niður skuldina hjá statinum. Síðani 1991 hevur íslendski staturin privatiserað ella selt 29 fyritøkur, sum hava givið eitt samlað provenu á 900 milliónir US-dollarar. Og hundurin er bara hálvbardur, sigur deildarleiðarin í fíggjarmálaráðnum, Stefán Jón Friðriksson, nú ætlanir í komandi døgum eru um at selja almenn partabrøv fyri áleið 700 milliónir US-dollarar afturat. M.a. er ætlingin at selja Iceland Telecom. Ravmagns- og hitakervið skal eisini privatiserast. Sambært íslendsku ríkisgrannskoðanini hevur hendan prosessin gingið væl. Statsskuldin er minkað. Latentað skattatrýstið er harvið minkað og kappingarførið hjá íslendskari vinnu eru gott. Partabrævamarknaðurin hevur verið virkin í øllum hesum, og ætlanir eru nú frammi um at gera ein partabrævamarknað, sum øll Norðurlondini ganga saman um. Staðfest er eisini, at partabrævahandil er vorðin fólkaítrótt, - soleiðis er tað eydnast at spjaða eigaraskapin ímillum ein stóran part av fólkinum.
Hetta hendir alt, ímeðan íslendingar hava føroyskar fyritøkur sum strategisk mál í sínum framlopi. Vit illneitast bara, og hugna okkum á undirhúsbonkinum, spýta langt, og diskutera um nú Meinhard uppi á Hellu skal seljast í salami-flísum ella en bloc. Eri púra samdur við Finnboga í hansara sjónarmiði um, at verður Føroya Fiskavirking selt, nú saman við krúnjuvelunum hjá Arge & Steingrímssyni, so ræður um at selja en bloc - í einum. Hetta er jú vaksið saman sum ein fyritøka, hevur fingið eina sál, og skal seljast sum ein slík. Allar aðrar loysnir hava bara eittans endamál, at lívga onkrum góðum vini í politiska grannalagnum. Síggi, at onkur tjóðveldismaður eisini er farin at kjálka upp ímóti hesi somu áskoðan, og tað kann so bara vera av somu orsøk, sum táið Bjarni Djurholm ætlaði at forera alla biksina til hina "ópolitisku" elituna í Fólkaflokkinum. Hinvegin eri eg ikki samdur við Finnboga í, at vágafúsur føroyskur kapitalur ikki skal kunna finnast til at keypa hendan partin av flakaframleiðsluni á landi. Kapitali er nógmikið til av, tað ræður bara um at aktivera hann.
Nú veit ongin um íslendska miraklið heldur í longdini. Ferðin tykist øgilig. Fyri tey flestu. Teir eru í offensivinum ímeðan vit hava tikið allar leikararnar aftur í brotsteigin. Soleiðis vinnur tú ongan dyst.
Roknað var við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fór at koma við einum uppskoti um, hvatið var til ráða at taka, men tað var so eiðasørt. Ímeðan hann liggur og droymir um eina 70 ára gamla hønu hjá Stalin, verður hann yvirhálaður av allari verðini.
Ongin grund er til at kopiera íslendska modellið, men harfyri ber til at læra av tí. Leggjast má ein ætlan fyri hvussu Føroya Banki, Húsalánsgrunnurin, Føroya Fiskavirking/Føroya Fiskasøla, Føroya Grunnurin, FøroyaTele, Apoteksverkið, Postverk Føroya o.s.fr. verða privatiserað. Skilji heldur ikki hví tað skal gera nakran mun, um eitt fíggjarkervið sum Føroya Banki, er á útlendskum hondum. Ein banki trívist væl saktans altíð har sum dynamikkur er í farvatninum. Tað ljóðar annars, at fyrsta raðfestingin í privati-sering hjá hesum landsstýrinum, er nationala flogfelagið, og tað ljóðar eitt sindur órationelt í mínum oyrum. Hetta sigi eg ikki, tí at skeggið situr so nær høkuni, men tí at hetta er snúðningsásin ímillum Føroyar og útlond, og soleiðis sum hon nú er skipað, er alt uppá føroysk premissir. Føroyar eru miðdepilin í konseptinum. Táið tað ikki er víst, at ein útlendskur investorur vildi skipað tað á sama hátt, til mesta gagnið fyri føroysk áhugamál, er tað kanska ikki so heppið at føroyingar sleppa sær av við meirilutan í júst hesum felagnum. Ikki í bráðskundi í hvussu er.
Ímeðan íslendingar hava selt út av statsognunum, hava minkað um statsskuldina, hava minkað um inntøkutørvin hjá statinum, harav hava megnað at hildið skattatrýstinum niðri og sum úrslit av øllum hesum hava hildið skansanum í kappingarførinum hava vit sitið á gullinum, latið løn-arvøksturin eksploderað, serliga frá 99 og fram til ídag, við almennum gávumildni sum lokomotivi, við millum 4-5 prosentstigum um ári, við ongum botni í nakrari virðisøking, og sita nú eftir við skuldini, almennu ognunum, ongum kappingarføri í basisvinnunum og nú aftur einum vaksandi undirskotið í heimastýrissins finansum. Ringrásin er komin samanaftur, blokkurin er aftur álitið í einum vinnuliga og búskaparliga uppsteðgaðum samfelag. Hvørjum bíða vit eftir?
Sjálvandi kann tað vera ein ávísur stuttleiki hjá politikkarunum at skifta orð um hesa petitessuna, um Meinhard á Fiskavirking skal seljast í salami-flísum ella en bloc, men hví tekur ongin eina avgerð? Hugsi, at tey sum virka í hesi fyritøkuni munna vera so deyðatroytt av skiftandi politiskum signalum, m.a. tá ið tey av tingsins røðarapalli fáa at vita, at tey eru vinnuliga menningartarn-að, at allur fiskurin fer óvirkaður av landinum og so fordont, at tey gleða seg til løtuna táið fyritøkan verður seld, og fær ein eigara, sum hugsar um fyritøkuna og hennara framtíð heldur enn hesar politisku akrobatarnar, sum ganga íkring og halda seg eiga hana og brúka hana sum fótatraðk tá ið onki annað er fyri hendurnar at keglast um. Og í allari kákanini í seinastuni, um pakkan hjá Kalsø, hvussu ber tað nú til, at føroyingar ongantíð hoyra um allar bummtúrarnar, táið skipini avreiða og selja uttanlands? Ímeðan føroysku virkini eru standandi skotskivur í skotríðunum táið upsaprísurin er í botni? Eisini á heimsmarknaðinum?
Sjálvt um landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki evnaði at geva eitt íkast til hetta tjakið, so er tað avgerandi neyðugt, at tað heldur fram. Finnbogi eigur tøkk fyri at hann tók drunnin, og lat meg endurtaka, at eg eri samdur við honum í, at felagið sum hann umrøddi í klummuni leygardagin, nevniliga Føroya Fiskavirking, eigur at vera selt sum tað felagið tað er ídag - í einum. Hvat teir nýggju eigararnir síðani velja at gera við fyritøkuna, tað er teirra mál. Annars liggur søluheimildin hjá nevndini í Framtaksgrunninum, sum mátti havt okkurt annað at tikið sær fyri, enn at verið partaeigari í føroyskari flakavinnu. Megnar ongin annar føroyingur/ar tað, so sær illani út fyri framsókn í øðrum og nýggjari vinnum. So sær illani út fyri framhaldandi lívi í oyggjunum yvirhøvur.
Tað ræður nú um, at seta skjøtil á, fara til verka, broyta bygnaðir, taka forðingar niður og seta nýggjar konstruktiónir upp, men tað krevst sjálvandi at landsstýrið hevur ein vinnupolitikk, og hann hevur verið ringur at fingið eyguni á, í hvussu er síðani august mánaða árið 2000.