Frá barnsbeini hevur Hilda Johannesen í Klaksvík kent á sær, at hon skuldi fara út sum trúboðari.
Pápi hennara var trúboðari og mamman sjúkrasystir, og Hilda, sum nú er valevnið hjá KrF, hevur tikið eftir hesum báðum størvum.
Hon er 43 ára gomul, og hevur - saman við manninum Jóhannes, sum er lærari, virkað sum trúboðaði í Afrika í 12 ár.
Tey eiga tveir synir, sum eru 12 ogf 14 ár. Í 1996 komu tey heimaftur - einamest fyri at synirnir skuldu sleppa at búgva í Føroyum, og hervið fáa høvi at kenna seg sum føroyingar, hóast teir mesta partin hava búð í Afrika.
Hon er útbugvin diakon - sosialpedagogur og tók seinni útbúgvingina sum psykiatriskur røktari. Í dag arbeiðir Hilda Johannesen á umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík.
Spurd hví hon nú stillar upp fyri KrF, sigur Hilda Johannesen, at hon longu áðrenn hon fór út at virka sum trúboðaði, kendi danska Kristiliga flokkin, og dámdi serliga væl menniskjansligu hugsjónina, sum flokkurin stendur fyri. Tí valdi hon at stilla upp í føroyska KrF-flokkinum.
Nú eru stundir
Hon hevur altíð havt áhuga fyri politikki, men av tí at tað ikki var loyvt trúboðaðarum í útlegd at virka politiskt, var tað serliga hetta sum gjørdi, at hon nú heldur seg hava tíð og umstøður at gera nakað við hetta.
Trúboðarahjúnini fóru til Liberia í 1984, har tey vóru leiðarar á einum skúlaheimi. Í 1989 fóru tey til Botswana, har tey vóru leiðarar í eini miðstøð fyri brekað og minnigartarnað.
Í Botswana var Hilda Johannesen við til at stovna felagskapin ?Kvinnur móti Neyðtøku³, sum í dag er víða gitin felagsskapur, og sum hevur fingið myndugleikar og at taka evnið í álvara. Í dag kunnu menn í Botswana fáa upp í sjey ára fongsul fyri neyðtøku.
Hon hevur eisini arbeitt við AIDS-sjúklingum, sum er allarstørsta hóttanin í Botswana. Hvussu illa er statt sæst einamest av, at 30 pst. av barnakonunum, hava AIDS.
Um føroysk viðurskifti, sum eru so nógv øðrvísi, sigur Hilda Johannesen:
Samfelagið er meir og annað enn bert peningur, og tí haldi eg, at tað menniskjansliga skal takast meir fram í dagsins politikki, sigur Hilda Johannesen, sum heldur, at føroyskir politikarar tosa ikki um annað enn fisk.
Sum kvinna hugsar tú øðrvísi. Tú hugsar um tey gomlu, at tey hava brúk fyri at búgva í vardum íbúðum, ella á ellis- og røktarheimum, sum vit ikki hava til teirra. o.s.fr.. Veruleikin er, at um tey ikki fáa innivist nakrastaðni, so detta tey aftur á okkum kvinnur, sigur Hilda Johannesen.
Valmøguleikar
KrF sigur, at kvinnan sjálv skal velja, um hon vil vera heima ella fara í útiarbeiði.
Tað er eisini rætt, men so mugu politikararnir geva okkum tann møguleikan - bæði ungum og gomlum at velja, hvussu vit vilja liva og virka.
Skulu tey gomlu vera heima, so mugu tey, sum eru um tey, fáa samsýning fyri tað - eins og fyri at hava børnini heima, eins og ansingarpláss til børnini, har mamman velur at fara út at arbeiða.
Vit kunnu ikki tosa um valmøguleikar, so leingi sum hesi viðurskifti ikki eru í lagi, sigur Hilda Johannesen.
Um tað at koma heimaftur til Klaksvíkar eftir áralongu ferðina í útlegd, sigur Hilda, at henni dámar væl at njóta náttúruna í Føroyum, men at hon eisini leingist útaftur.
Fyribils hava hjúnini sett sær fyri at vera heima í seks ár, til synirnir hava fest røtur her, men at tey møguliga fara avstað aftur.
Tað er skilligt, at Hilda Johannesen saknar umhvørvið Í Botswana og Liberia. Hóast fólk vóru ógvuliga fátæk og at tað als ikki kann samaberast við føroyska fátækradømi - sum Hilda eisini hevur sæð her, so var samanhaldið og sosiala samveran størri - tvørtur um átrúna og stættir í Afrika.
Hon hevur tó nógv at takast við, og trívist væl heima.
Í frítíðini virkar Hilda Johannesen í kristna arbeiðinum í KFUM og K í Klaksvík. Hon hevur bibliulesibólk fyri kvinnur og er við í øllum arbeiði annars í KFUM og K.
Henni dámar væl at ganga úti í náttúruni, og at matgerða, umframt hennara allarbest ítriv, sum er at lesa.
Í løtuni lesur hon til familjuráðgeva og terapeut innan Kempler læruna, sum hon væntar sær nógv av.
- Hvussu fatar tú føroyska samfelagið, sammett við tey í afrikansku londunum tú hevur búð í?
- Vit mugu ásanna, at vit í Føroyum liva í einum góðum samfelag. Vit hava tað gott materielt, men ikki øll hava eins góðar liviumstøður. Tað er bert so torført at fáa eyga á. Og kortini: bert tað, at fólk noyðast at flyta av landnum, tí tað ikki er livandi her, sigur eitt sindur um, at neyðin er til staðar.
- Í Botswana eiga fólk ikki fyri mat, men tað eiga heldur ikki øll í hesum samfelagnum, og hava brúk fyri hjálp, sigur Hilda Johannesen, men dugir ikki at seta orð á, um peningaliga ella andaliga neyðin er størst.
Um framtíðarvónirnar sigur Hilda Johannesen, at hon vónar at tey gomlu kunnu flyta í vardar íbúðir ella fáa røktarpláss, um tað er neyðugt, og at pensiónin hækkar, so at tey gomlu fáa sømiligari livikor.
Hon hugsar eisini um tey menningartarnaðu og brekaðu, at hesi fáa høvi at búgva so nær familjuni sum til ber. At økispsykiatriin fær pening at arbeiða við, fyri at neyðuga fyrbyrgjandi arbeiðið kann gerast.
- Annars er tað mín vón, at fleiri kvinnur koma sær upp í politiskt arbeiði. Eg haldi, at har bæði kvinnur og menn arbeiða saman, verður arbeiðshátturin og evnini, ið arbeitt verður við, nógv fjølbroyttari.
Tað kundu vit havt brúk fyri í løgtinginum, sigur Hilda Johannesen.