Hesar sendingar vóru eisini á skránni hjá Útvarpi Føroya í fjør, og tær eydnaðust sera væl. Nú verður eitt nýtt umfar av sendingum, og aftur hesaferð er tað Gunnar Nolsøe, sum skipar fyri.
Í fyrstu sendingini fer hann millum annað at práta við Niklas Hera Jákupsson um ymiskt.
Livandi tónleikur verður eisini í sendingini, og húsaorkestrið er mannað við Magna Husgaard, Eyðuni Nolsøe, Mikkjali Hvannastein og Jens Paula Joensen. Leygarkvøldið verður Nicolina Rubeksen solistur hjá teimum.
Fólk kunnu eisini sleppa inn at hyggja og lurta, og atgongumerki kunnu keypast á Shell-støðini í Klaksvík.