? Í viðtøkunum fyri felagið hevur tað síðani 1952 staðið, at nevndin kann eftir ásettum reglum veita limunum sømd fyri langa og trúgva tænastu, og at nevndin kann veita øðrum, sum hava veitt felagnum og limunum virðismiklar tænastur, sømd. Tað er hetta, sum vit gjørdu hvítusunnudag. Hetta er ikki fyrsta ferðin, vit hava havt eina sovorna løtu. Vit hava skipað fyri hesum tríggjar ferðir áður. Síðsta ferðin var í 1983. Vit halda, at tað hevur verið ov langt ímillum hesar báðar ferðirnar, men umstøðurnar hava verið soleiðis, at tað hevur ikki borið til. Nú eydnaðist tað aftur, og tað eru vit fegnir um.
Tað er Frits Olsen, formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, sum vit hava í telefonini. Í meiri enn 40 ár hevur hann verið millum teir fremstu í nevndini hjá Klaksvíkar Útróðrarfelag, og hann hevur verið formaður í 34 ár. 30. juli fer hann um tey 70.
? Vit halda, at tað eydnaðist væl henda dagin á sjómansheiminum, og tað gleðir meg at kenna á teimum, sum vóru við, at teir seta prís uppá, at felagið heiðraði teimum. Onkrir vóru ikki til staðar, og í vikuni hava vit verið á gátt hjá teimum og sett merki í bringuna á teimum. Á hesum vitjanum havi eg aftur fingið staðfest tað, sum eg eisini helt meg síggja hvítusunnudag, at tað var ikki frítt, at okkurt tárið var at síggja í eygnakrókunum! Eg minnist, tá vit høvdu samkomuna í 1983. Ein av tá eldru avbygdamonnunum, sum í mong ár hevði róð út í Klaksvík, kom til mín og helt fyri, at hann hevði ongantíð verið glaðari í sínum lívi, enn hann var hetta kvøldið. Tað frøddi meg og okkum at hoyra.
Gullmerkið
Tá útróðrarmenninir høvdu fingið síni merki, sum vóru úr silvuri, tók næstformaðurin í útróðrarfelagnum, Poul Johan Joensen, orðið og segði, at nevndin hevði gjørt av, at Frits Olsen, formaðurin í felagnum, skuldi fáa sama merki úr gulli fyri tað arbeiðið, sum hann í meiri enn 40 ár hevur lagt í felagið. Frits hevur verið formaður í 34 ár, og hann hevur verið næstformaður í seks ár.
? Tú kanst ætla, at eg eri sera fegin um tann heiður, sum nevndin hevur víst mær. Eg var ikki greiður yvir, at hetta var í umbúna, so hetta kom óvart á, og eg eri sera takksamur.
Tað er komið fyri áður, at Klaksvíkar Útróðrarfelag hevur heiðrað við gullmerkinum, og Frits Olsen hevur verið við, tá hetta er gjørt. Teir, sum frammanundan hava fingið gullmerkið, eru J. F. Kjølbro og Evald Kjølbro, sum vóru stjórar í pf. J. F. Kjølbro, ið heilt upp í seksti árini átti nógvar útróðrarbátar, og J. Símun Hansen og Robert Joensen, sum hava skrivað um útróður. Robert var skrivari í nevndini í meiri enn tríati ár.
Í núverandi nevndini í felagnum sita umframt formannin og næstformannin Kristin Vilhelmsen, Óli Karl Olsen, Eyðolvur Vang, Hilbert Isaksen og John Kári Jacobsen.
Klaksvíkar Útróðarfelag varð stovnað 10. mai 1943, og formenninir hava ikki verið so nógvir. Hans Pauli Klein var fyrstur, so var Jens Christian Simonsen í eitt ár, Jóan Pauli Poulsen var so í fleiri ár, áðrenn Frits Olsen gjørdist formaður umleið 1960. Eftir at hann hevði sitið í 16 ár, var Poul Adrian Andreasen, sáli, formaður i fimm ár, og so hevur Frits aftur verið formaður í 18 ár.
Setningurin
Tá vit tosa um uppgávurnar hjá felagnum, vísir Frits Olsen til viðtøkurnar fyri felagið. Har stendur, at setningurin er at betra um vinnumøguleikarnar og umstøðurnar at reka útróður.
? Undir krígnum var nógvur útróður, og fyrsta uppgávan var at fáa sáttmála í lag. Samfelagsbroytingarnar hava verið stórar hesi meiri enn fimti árini, og tað hevur sjálvsagt eisini sást aftur í virkseminum hjá felagnum. Fiskimarkið var frammarlaga í mong ár, og so hava tað verið fiskaprísirnir og síðani fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar í 1977 hevur nógva av stríðnum verið at stríðast fyri rættinum hjá útróðrinum, eftir at trýstið á heimligu grunnarnar gjørdist so stórt, tí stórur partur av trolaraflotanum kom inn á grunnarnar.
Politikarnir
lurta ov lítið
Tá vit tosa um samskifti millum útróðrarvinnunba og myndugleikarnar hevur Frits Olsen nógvar royndir. Hann varð limur í ráfiskanevndini, sum myndugleikarnir eftir áheitan frá útróðrarfelagnum í Klaksvík, setti í 1963, og hann hevur verið limur í kærunevndini fyri Ráfiskagrunnin, í studningsnevndini og hevur luttikið í øðrum samskifti við politikarar og umsiting.
? Mítt skoðsmál skal vera, at tey fyrru árini lurtaðu politikarnir nógv eftir vinnuni. Eg minnist t.d. væl, tá vit arbeiddu við ráfiskaprísnevndini. Tá var Petur Mohr Dam, sáli, løgmaður, og eg minnist, hvussu væl teir í Tinganesi lurtaðu eftir okkum, og hvussu væl tað kom í lag, tá vit vóru á fundi við teimum. Broytingin hesi seinnu árini hevur verið, at nú lurta teir eftir mínum tykki ov nógv eftir serfrøðingunum og alt ov lítið eftir teimum, sum havva drúgvar royndir og til dagliga eru í vinnuni.
Framtíðin
Formaðurin í útróðrarfelagnum í Klaksvík er ikki í iva um, at eisini í framtíðini verður útróðurin ein týðandi vinna í Føroyum og serliga í Klaskvík.
? Tað eru 109 størri og minni bátar, sum dríva útróður út av Klaksvík, og flestu bátarnir eru í góðum standi. Teir ganga skjótt, og nú ber væl til at rógva á allar tær væl kendu leiðirnar og alíkavæl egna við hús.
? 430 menn hava tað sum høvuðsvinnu at rógva út, og hesi seinnu árini eru umstøðurnar við skúrum og øðrum, sum er týdningarmikið hjá teimum, sum fáast við vinnuna, vornar góðar. Tað er einki at ivast í, at størsta framstigið av øllum hevur verið, at uppsølurnar eru komnar. Vit kunnu kanska ikki rokna við, at tað fer at vera so nógvur fiskur og so góður prísur, sum tað hevur verið hesi seinnu árini. Tað hava altíð verið og fara altíð at vera upp- og niðurgangstíðir, og tað fer at síggjast aftur í talinum á teimum, sum fáast við útróður, men hesin parturin av vinnuni er so væl grundfestur, at hann eisini verður týdningarmikil í framtíðini.