Um mett verður út frá avrikunum í barnaróðrinum, so sær tað ljóst út í kappróðrinum í Klaksvík.
Dreingirnir á Teklu vunnu barnaróðurin hjá dreingjum, og nú vunnu genturnar á Fípuni Føgru gentuóðurin í barnakappingini. Fípan Fagra vann eisini gentukappingina í barnaróðrinum á norðoyastevnu.
Eins og í Klaksvík so var tað Pílur, sum aftur í dag var næstfremstur. Á norðoyastevnu var munurin meiri enn tvey sekund. Í dag var Pílur eitt sindur minni enn tvey sekund aftanfyri Fípuna Føgru.
Á norðoyastevnu var Sílið nummar trý. Í dag var Frúgvin nummar trý, meðan Sílið endaði á sætta plássi.
1 Fípan Fagra 02:46:18
2 Pílur 02:48:05
3 Frúgvin 02:50:12
4 Royndin Fríða 02:51:00
5 Strípan 02:51:19
6 Sílið 02:55:09
7 Falkur 02:55:18
8 Spógvin 02:58:02
9 Erla Kongsdóttir 02:59:07
10 Havfrúgvin 03:04:23
11 Kollur 03:06:03
12 Ørnin 03:10:10
13 Silja 03:11:14