Maðurin, sum sló ein politist í Havn í nátt, er nú komin løgregluni í hendi.
Tað var um hálvgum fimm tíðina í nátt, at ófriður tók seg upp í miðbýnum í Havn. Tá ið løgreglan kom á staðið, gjørdi ein maður ikki mætari enn at skræða politiradio úr lummanum hjá einum av politistunum og sló hann hann so hart í høvdið við tí, at tað brotnaði.
Les eisini: Politistur sligin í Havn í nátt
Løgreglumaðurin fekk snuddir í høvdið og fór á skaðastovuna til viðgerar, men slapp avstað aftur stutt eftir.
Tað eydnaðist manninum sum sló politistin, at sleppa til rýmingar í øllum rokanum. Men løgreglan segði beinanvegin, at tey vistu, hvør tað var. Talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, og í allan dag hevur løgreglan sostatt leitað eftir honum.
Men seint seinnapartin kom maðurin sjálvur á løgreglustøðina og meldaði seg sjálvan, og nú er hann til avhoyringar.
Ivaleyst hevur hann frætt frá familju og vinfólki, at løgreglan vildi á tal við hann, og so gjørdi hann bara av at melda seg sjálvan, sigur løgreglan
Úrslitið av teimum avhoyringunum verður so avgerandi fyri um maðurin verður leyslatin aftur, ella um hann verður førdur fyri rættin til grundlógaravhoyringar í morgin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan, til málið er kannað út í æsir.