Mentanarvika 8. árið á rað í Runavík

Árliga mentanarvikan í Runavík fær í ár á fyrsta sinni sítt egna heiti. Mentanarvikan, sum hesaferð verður í døgunum 21. - 28. oktober, verður nú og framyvir kallað Skýming.

Navnið endurspeglar eitt nú árstíðina, har myrkrið vinnur á ljósinum, og kvøldini gerast longri. Frá gomlum døgum savnaðust fólk hesa ársins tíð til søgu og mentanarligt undirhald fyri at stytta sær stundir. Navnið skýming verður soleiðis knýtt at hugna og gaman.

Í bókini "Í Skýmingini", sigur rithøvundurin, Sofía Petersen, soleiðis:

"Meðan skuggarnir so líðandi vuksu og myrknaðu inni í krókunum í stovuni, var tað hugnaligt at stilla seg tætt inn at ommu – royna at troka seg allar næst henni, so einki orð, av tí, hon bar fram, skuldi misfarast, tí einki spæl, hvussu stuttligt tað enn kundi vera, var at líkna við at lurta eftir hennar søgum og rímum.”

Fyrireikararnir av mentanarvikuni í Runavík hava í ár valt eitt av listarfólkunum, sum luttekur í mentanarvikuni, til at prýða plakatina, sum verður prentað til høvið.

Í ár er tað lokali listarmaðurin, Jóannes S. Hansen, ið hevur málað málningin, sum Portalurin eisini avdúkar í sambandi við henda greinastubba.

- Til ber at ogna sær eitt eintak av plakatini, tá mentanarvikan byrjar. Plakatirnar verða til keyps á Kunningarstovuni í Runavík, siga fyrireikararnir, sum nú á áttanda sinni fara at skipa fyri mentanarviku.