Mentanarvika í Sunda kommunu

Mentanarvikan í Sunda Kommunu verður 17. - 25 september

Aftur í ár fer Sunda kommuna sam­an við ym­isk­um fel­øg­um og stovn­um í komm­un­uni at skipa fyri eini ment­an­ar­viku, sum hes­a­­ferð verð­ur í døgu­num 17. - 25. september.
Hesar dagar verða ein røð av ym­isk­um ment­an­ar­lig­um til­tøk­um, sum fara fram í flestu bygd­um í komm­u­n­uni.
Borgarstjórin í Sunda komm­unu, Kim Durhuus, sig­ur, at inni­hald­ið í ment­an­ar­vik­uni fevn­ir rætt­i­liga breitt og vend­ir sær til allar ald­urs­bólk­ar.
- Vit vóna, at øll taka væl í­móti hes­um tiltøkum, og at tey so­leiðis fara at gerast aft­ur­vend­andi komandi árini við eini enn meira fjøltáttaðari skrá, sigur hann.