Merkið er amboð til samanhald

Býráðsformaðurin ivaðist ikki í, at føroyingar eru mentir at greiða síni egnu viðurskifti, men staðfesti kortini, at tvístøða er í hesum spurningi

Høgni Mohr


Tað var eftir áheitan frá Skótaliðnum Royndini í Vági, at Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági fór á røðarapallin við minnisvarða teirra sjólætnu suðuri í Vági. Jógvan legði í røðu síni stóran dent á flaggsøguna. Faðir flagsins, fámjiningurin, Jens Oliver Lisberg, varð mintur í takksemi, eins og býráðsformaðurin nevndi bygdarbróður sín, Paula Dahl, ið eisini var ein teirra, ið skaptu Merkið.

Røðarin gjørdi nógv burturúr krígsárunum, tá Merkið av álvara vann sær hevd. Í sambandi við, at bretska hervaldið í Føroyum gjørdi føroyingum greitt, at teir fóru at verða tiknir, um siglt varð við Dannebrog, tí nasistarnir høvdu hersett Danmørk, segði Jógvan eina søgu:


Dannebrog strikað

? Eysturoyggin, ein av teimum mongu føroysku sluppunum, fór hin 12 apríl 1940 av Klaksvík til Aberdeen við ísaðum fiski. Sluppin sigldi undir donskum flaggi, og á skansaklædningin vóru somu fløgg málað. Tá teir vóru einar 50 fjórðingar úr Pentlandfirth, steðgaði eitt bretskt herskip teimum, og gav teimum boð at sigla í lívd undir landi.

? Undir Mullhead vórðu tríggir mans settir umborð. Hesir søgdu, at skipið ikki fekk loyvi at sigla við Dannebrog, og spurdu í sama viðfangi, um annað flagg var til taks umborð. Tíbetur høvdu føroyingarnir Merkið umborð, tóat tað enn var ólógligt at nýta. Bretarnir umborð struku alt fyri eitt Dannebrog, og vundu hitt føroyska í húnar hátt. Bretarnir søgdu við manningina, at skip undir føroyskum flaggi høvdu frítt at fara.


Nýggj fløgg

? Hin 15. apríl, meðan teir lógu í Aberdeen, kom fólk umborð á Eysturoynna eftir tí føroyska flagginum, og eftir hesum flaggi vóru onnur fløgg til hini føroysku skipini í Aberdeen seymað. Tveir dagar seinni kom fólk aftur umborð á Eysturoynna; hesuferð at mála Merkið á síðu og stýrhús, eins og at mála Faroe útyvir Danmark.

? Skipini, ið vóru í Aberdeen hesar dagar, vóru umframt Eysturoynna, tey bæði havnarskipini, Hjalmar og Árnanes. Hin 18. apríl fóru hesi før aftur til Føroya, og 20. apríl komu havnarskipini bæði á høvuðsstaðarvánna við Merkinum veitrandi og málaðum á skansaklædningin. Á skipunum stóð nú, Føroyar, og glaðir vóru teir.

? Eysturoyggin kom á Klaksvík 22. apríl, men við hvørjum flaggi, sigur søgan onki um, kanska við Union Jack, segði Jógvan Krosslá, og fegnaðist um flagg okkara.


Tvístøða føroyinga

Býráðsformaðurin í Vági segði, at Merkið átti at vera eitt amboð at halda tjóðini saman við, í góðum og vánaligum tíðum eins og í gleði og sorg. Tó nevndi hann somuleiðis ta tvístøðu, føroyingar eru í viðvíkjandi ríkisrættarligu viðurskiftunum. Sjálvur segði hann seg ikki ivast í, at føroyingar eru mentir at greiða síni egnu viðurskifti.

At enda rósti Jógvan Krosslá vágbingum, fyri teirra áræði í kreppuárunum. ? Eg fari at takka tykkum, ið hava tikið vinnuligu tøkini hesi árini. Takk fyri ótrúligta treystið, arbeiðssemið og hugflog tykkara, segði hann, eins og hann bar Kirkjukórinum Ljómi og KFUM-skótunum eina takk fyri trúskap teirra í sambandi við mentunarlig tiltøk sum hetta.