80 ár
Mikudagin 2. juni fyllir Marita Pállsdóttir Mohr 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Lágargarði millum kl. 16.00 og 19.00.
Gullbrúdleyp
Marianna og Leif Nolsøe í Sørvági hava gullbrúdleyp 2. hvítusunnudag, 31. mai, og verða tey hendan dag frá kl. 17.00 seinnapart stødd hjá synunum uppi í Húsadali, har vitjandi eru vælkomin at heilsa upp á tey.
Brúdleyp
22. mai giftust í Dómkirkjuuni Guðrun av Reyni, Tórshavn, og Arthur Jakobsen, Runavík.
Í gjár, 28. mai, giftust í býráðssalinum í Havn Olina Eið Knudsen og Sigmar Djurhuus úr Porkeri.
Í dag, 29. mai, kl. 15.00 giftast í Glyvra kirkju Randi Lamhauge Hansen, Glyvrar, og Ólavur Olguson, Klaksvík. Veitslan verður í kappróðrarneystinum á Glyvrum kl. 19.00 fyri innbodnum.
Í dag, 29. mai, giftast í prestagarðinum í Lamba Gunn Johannesen, Runavík, og John Dávid Joensen, Leirvík. Døgurði verður fyri innbodnum á Sjómansheiminum í Runavík. Eftir kl. 20.00 er opið hús heima hjá Lyon og Jórun, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 29. mai, kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Oddbjørg Johansen, Runavík, og Kevin Chukwudi Ugwa, Nigeria. Veitslan verður fyri innbodnum í kantinuni hjá FJM, Fjøruvegur, Runavík.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 2. juni hava Marjun og Erling Petersen, Klaksvík, verið gift í 25 ár. Vælkomst verður í KFUM&K leygardagin hin 29. mai frá kl. 18.00.
2. juni hava hjúnini Randi og Símun Petur Hjelm í Klaksvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í dag, 29. mai, í Skálanum frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.