Føroysku limirnir í nevndini eru Dánjal Petur Højgaard og Eyðun Andreassen, sum báðir eru valdir av landsstýrinum. Teir eru gamlir í garði og hava sitið í nevndini í meira enn tíggju ár. Dánjal Petur Højgaard undirvísir á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni, meðan Eyðun Andreassen arbeiðir á Føroyamálsdeildini.
Ríkisumboðið er hinvegin fastur limur, sum ikki kann skiftast út. Í løtuni er tað Vibeke Larsen, ið røkir starvið sum Ríkisumboð, og er hon tí fastur limur í nevndini.
Formaður í nevndini er Nils Bernstein, sum er deildarstjóri í forsætisráðstovuni í Danmark. Tann, ið er deildarstjóri har, er altíð formaður í nevdnini. Hin danski limurin er Annette Skydsgaard, sum arbeiðir innan tónleik í Danmark. Harafturat eru eisini tveir skrivarar.
50 umsóknir um árið
Nevndin kemur saman til fundar einaferð um árið, og fundurin verður hildin annaðhvørt ár í Danmark og annaðhvørt í Føroyum. Tá nevndin hevur fund, verða allar umsóknirnar, sum eru komnar inn gjøgnum árið, viðgjørdar, og avgerð verður tikin um, hvør skal hava pening til sítt mentanarvirksemi.
Fyrr var tað soleiðis, at umsóknirnar vórðu viðgjørdar, so hvørt tær komu inn, men nú er alt savnað í einum, og ein tíðarfreist er sett fyri móttøku av umsóknum.
Tað eru ongar mørk fyri, hvat slag av mentanarvirksemi talan kann vera um. Allar listagreinar eru umboðaðar. Tann einasta treytin er, at innihaldið skal vera okkurt, sum hevur við danskt/føroyskt samstarv at gera, tí hetta er ein bæði føroyskur og danskur grunnur.
Nevndin setir tó nøkur dygdarkrøv til tey, sum ætla sær at fáa penging. Ein ávís góðska skal vera í tí mentanarvirksemi, sum fær játtan, tí eitt eitt støði skal haldast.
Í ár vórðu eini 70 umsóknir sendar nevndini. Talið liggur eisini vanliga um tær 70 umsóknirnar um árið. Vanligt er, fleiri danskar umsóknir eru, men í ár eru tað fleiri føroyingar, sum hava fingið játtan. Nøkur av teimum, sum hava fingið játtan, eru føroyingar, ið búgva niðri í Danmark. Umleið helmingurin av umsóknunum fáa játtan.
Undanfarin ár hevur verið javnvág millum føroyskar og danskar umsóknir, sum hava fingið játtan.
Allar umsóknirnar verða ikki gingnar á møti, men meira enn helvtin av umsøkjarunum fáa pengin játtaðan. Í er eru tað 35 projekt, sum hava fingið pening játtaðan úr Dansk-Færøsk Kulturfond.
Merkja vaksandi virksemi
Dánjal Petur Højgaard hevur verið nevndarlimur í eini trettan ár, so hann hevur ein góða hilling á, hvar føroyskt mentanarlív flýtur.
- Vit merkja vaksandi mentanarvirksemi í Føroyum, sjálvt um vit bara hava ein lítlan part av hesum virksemi um hendi í grunninum, sigur Dánjal Petur.
Hann heldur tað verða løgið, at so fáir ungir føroyingar nýta møguleikan at fáa ferðastuðul úr grunninum. Hesin stuðul kann fáast, um man skal til okkurt mentanartiltak ella líknandi í Danmark. Sjálvt um grunnurin hevur lýst í bløðunum, og tað hevur verið uppsligið á skúlunum, eru umsóknirnar fáar.
Stuðulin er 5.000 krónur, men alt ov fáir føroyingar søkja, og okkurt árið hevur eingin søkt. Hetta er ein møguleiki, sum fleiri áttu at gjørt sær dælt av.
Grunnurin játtar tilsamans eini 300.000 krónur árliga, og tí verða játtanirnar smábýttar, tí heili 35 hava fingið pening í ár. Játtanirnar í ár liggja ímillum 5 og 25 túsund krónur.
Grunnurin varð settur á stovn beint eftir kríggið og hevur tí nærum hálvthundrað ár á baki. Hann varð stovnaður við bæði føroyskum og donskum innskoti, og nú verður arbeitt við rentunum av hesum peningi.
Av teimum føroysku játtanunum, sum eru gingnar á møti í ár kunnu nevnast: Álakórið til Kórfestival í Aalborg, Tórhavnar Manskór á konsertferð til Danmarkar, Kirkjukórið Ljómur á konsertferð til Danmark, Húsakórið á konsertferð til Føroyar, Summartónar, Havnarkórið til kórstevnuna Atlantsljómur, Urd Johannesen til verkætlanina "Ferðin", Anna Klett á konsertferð til Føroyar, Kári Sverrisson til tónleikaútgávu, Edvard Nyholm Debess til tónleikaútgávu, Durita og Rúni Brattaberg tónleikaútgávu og konsertferð, Vigdis Højgaard til listaframsýning í Keypmannahavn, Rúna Hilduberg til listaframsýning, Øssur Mohr til framsýning í Maribo, Bókaforlagið Atlantis og málarin Bárður Jákupsson til bókaútgávu, Hansina Iversen til list á internetinum, Fróðskaparsetrið til málvísund, Kirsten Brix til bókaútgávu í Danmark, Teitur Árnason Dahl til dokumentarfilm og Politistafelagið til bókaútgávu.
Umframt hesar játtanir eru eisini tær donsku, og tilsamans eru játtaðar 299.000 krónur.