Í juli og august í ár vóru Birgit og Carsten Schultz á 14 daga feriu í Føroyum og tey brúktu meginpartin av tíðini at ringmerkja drunnhvítar í Nólsoy og Mykinesi. Úrslitið varð, at tey merktu ikki færri enn 2172 av drunnhvíta og 53 sýldar drunnhvítar, sigur Náttúrugripasavnið.
Afturat hesum fingu tey lisið ringarnar á 62 drunnhvítum við donskum ringi.
Her skal viðmerkjast, at allir føroyskir fuglar verða merktir við donskum ringi. Tey lósu eisini níggju drunnhvítar við enskum ringi og ein drunnhvíta við ringi úr Portugal.
Nú eru í alt yvir 40.000 drunnhvítar og gott 3350 sýldir drunnhvítar ringmerktir í Føroyum.
Úrslitið av hesum er, at nú vita vit, at nógvir av teimum føroyskum drunnhvítunum hava vetrarvist sunnan fyri Suðurafrika.
Tó vita vit ikki enn, hvar teir sýldu drunnhvítarnir halda til um veturin, sigur Náttúrugripasavnið.