Kjakið fer uttan iva at halda fram alla hesa øldina: Hvør er betri? Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi.
VIt kunnu bara vera takksom, at vit hava upplivað tveir so ótrúligar fótbóltsspælarar í sama tíðarskeiði.
Báðir hava vunnið nógv í felagsfótbólti, bæði meistaraheiti, steypakappingar og Champions League. Cristiano Ronaldo hevur tó vunnið við trimum ymiskum stórliðum, Manchester United, Real Madrid og Juventus. Lionel Messi hevur vunnið allar sínar heiðrar í felagsfótbólti við FC Barcelona.
Á landsliðsfrontinum hevur Cristiano Ronaldo verið frammanfyri Lionel Messi. Tá Cristiano Ronaldo lyfti EM-steypinum í 2016 kundi Lionel Messi beiskliga staðfesta fýra silvurheiðursmerki, trý í Copa America og HM-silvur í 2014. Trý ár seinni vunnu Cristiano Ronaldo og Portugal fyrstu Nations League kappingina nakrantíð.
Onkur vil kanska vísa á, at Lionel Messi vann olympiskt gull við Argentina á summarleikunum í Beijing í 2008, men vit skulu aftur til 1928 fyri at finna seinastu olympisku fótbóltskappingina, har øll landsliðini møttu við sínum sterkastu manningum. Síðani tá hevur talan verið um amatørlandslið og seinni U-21 landslið styrkt við trimum ella fýra eldri spælarum.
Men ígjár brast fyri nev hjá Lionel Messi við Argentina, tá Argentina á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro vann Copa America finaluna við Argentina. Aftaná 1-0 finalusigurin græt Lionel Messi av gleði - av góðum grundum. Trýstið á hann frá sjálvbevísta argentinska fótbóltsalmenninginum hevur verið ovurhonds stórt, og nú hevur hann so ein stóran sigur at vísa á.
Argentina og Portugal vera væntandi at síggja til HM-endaspælið í Katar á heysti komandi ár, og tá vera heimsins størstu fótbóltsspælarar í 21. øld væntandi aftur at síggja á vøllinum.
Cristiano Ronaldo hevur skotið 109 mál í 179 landsdystum fyri Portugal. Lionel Messi hevur "bara" skotið 76 mál í 151 landsdystum. Lionel Messi hevur tó spælt nógvar landsdystir í HM-undankappingum og Copa America kappingum móti øðrum sterkum suðuramerikonskum tjóðum sum Brasil, Uruguay, Kolumbia, Chile og Paraguay.
Hinvegin hevur Lionel Messi vunnið U20-HM, og tað hevur Cristiano Ronaldo ikki megnað at vunnið, men kappingin teirra millum heldur fram nøkur ár aftrat.