Messi, Ronaldo og Iniesta eru best

Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, og Andres Iniesta eru í uppskoti til at vinna FIFA Ballon d’Or 2012.

 

Fyrr í ár var ein listi við 23 leikarum kunngjørdur. Í dag er listin minkaður niður í tríggjar leikarar, sum vunnu vinna heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari í 2012.

 

Tað er altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, og franska tíðindaritið, French Football, sum standa fyri viðurslønini, sum verður latin 7. januar 2013.

 

Hesir tríggir vóru eisini í uppskoti til besta leikara í Evropa farna kappingarár. Tá vóru tað ítróttarjournalistar kring Evropa, sum valdu. Tá vann Andres Iniesta.

 

Á tíðindafundinum aftaná tóktist stór ónøgd vera millum suðuramerikansku tíðindafólkini, sum vildi vita hvat Neymar skuldi gera fyri at kunna vinna FIFA Ballon d'Or.

 

Er hetta tríggir teir best í 2012, ella skal eitt nú Neymar á listan?

 

FIFA Ballon d’Or 2012:

 

Lionel Messi (Barcelona)

Cristiano Ronaldo (Real Madrid)

Andres Iniesta (Barcelona)