Mest undan Íslandi í dag

Í dag vóru góð 72 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Tann størri parturin var frá línuskipum, sum høvdu verið undir Íslandi, men nakað var eisini av trolfiski, útróðrarfiski og garnafiski.

Av toski vóru góð 20 tons. Toskur I fór fyri 19,20 krónur í meðal, toskur II fyri 18,70 krónur, toskur III fyri 17.70 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 17,30 krónur fyri kilo.

Góð 18 tons vóru av hýsu. Hýsa I fekk meðalprísin 11,96 krónur, hýsa II 12,19 og hýsa III 12,52 krónur.

Umleið 10 tons vóru av kongafiski og átta tons av havtasku. Meginparturin av kongafiskinum fór fyri 12,15 krónur, havtaska II fór fyri 28,77 krónur, og meðalprísurin á havtasku III var 28,67 krónur fyri kilo.

Fiskamarknaðurin seldi tey 72 tonsini fyri knappliga 1,1 millión krónur.