Metsøla av mjólk gav metúrslit hjá MBM

Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevði eitt gott ársúrslit í kornonuárinum 2020 fjør 3,3 milliónum krónum í yvirskoti

Tað vísir roknskapurin, sum júst er almannakunngjørdur í skipanini hjá vinnuvitan.biz.

 

Nettosølan hjá MBM vaks úr 157 milliónum upp í 164 milliónir krónur. Tað gav ein bruttovinning upp á 55,5 milliónir krónur í mun til 52,7 milliónir krónur árið fyri.

 

Ársúrslitið vaks úr 1,95 milliónum í 2019 til 3,28 milliónir í 2020.

 

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at sum koronuárið í fjør leið, so teknaði myndin seg hóast alt væl. Keypsmynstrið broyttist nakað, men samlaði eftirspurningurin eftir vørum frá Mjólkarvirkinum vaks.

 

– Tað hevur annars í mong ár verið soleiðis, at sølan av feskari mjólk er fallin, meðan aðrir mjólkarúrdráttir hava vigað upp ímóti fallinum. Í 2020 vaks sølan av feskari mjólk so nógv, sum vit ikki hava sæð síðani 2014. Hvussu landið liggur eftir koronu er ilt at siga, men tølini higartil í 2021 benda á, at kuvrvanar síggja út til at enda á hægri støði, enn áðrenn sóttina, skrivar felagi.

 

Felagið vísir í ársfrágreiðingini eisini á, at ein grundleggjandi broyting er hend í kvotaskipanini í 2020. Í mong ár var galdandi, at limir kundu innviga fulla kvotu + 10 prosent til fullan prís. Skipanin kundi seta virkið í sera truplar støður.

 

##med2##

 

– Í 2016 fingu vit heili 7,74 milliónir litrar inn, og virkið hevði ikki møguleika at framleiða hesa nøgdina umframt, at góðskan var lægri enn vit vildu hava hana. Tá mjólkakvoturnar hjá limunum verða størri og størri, minkar tørvurin á at hava 10 prosent til at útjavna sveiggini í framleiðsluni á gørðunum, og hinvegin veksur tørvurin hjá MBM at seta hesa skipan úr gildi tilsvarandi, skrivar felagið.

 

Á limafundi á heysti í fjør varð avgjørt at broyta kvotaskipanina soleiðis, at hon var bæði virki og limum at gangi. Í stuttum gekk broytingin út upp á at hækka heildarkvotuna við 215.000 litrum og avtaka tey 10 prosentini.

 

##med3##

 

– Harumframt kunnu limir frítt innviga yvir kvotuna til ein avrokningatrprís upp á 4,5 kr + stuðul. Hervið fær Mjólkarvirkið møguleikan til at framleiða vørur, sum vit næstan ikki høvdu møguleikan at framleiða. Serliga er tað osturin, sum higartil hevur givið okkum trupulleikar at virka. Við tað, at vit brúka nógvar litrar av mjólk til eitt kilo av osti, verður kostprísurin ov høgur til marknaðin. Við nýggju kvotaskipanini er henda forðingin so minkað nakað, skrivar felagið.

 

Mjólkarvirki Búnaðarmanna vísir eisini í ársfrágreiðingini á, at talið av limum í felagnum eru støðugt lækkandi.

 

– Vit koma famhaldandi at síggja eina gongd, har fjósini vera færri og størri. Enn er nakað á mál, men endurnýggjanin av fjósunum heldur fram við somu ferð. Talið av limum í MBM er í dag metlágt – 18 limir.

 

Eisini verður víst á, at menningin av mjólkarvirkinum og vørunum, tað framleiðir, setir krøv til sjálvt virkið.

 

– Vit hava støðugt tørv á fleiri fermetrum í framleiðsluni og kanska nýggjum virkisøkjum. Tað er eitt ynski frá limum, at vit stovnseta eitt slaktarí aftur í einum ella øðrum formi. Trupulleikin við hesum er, at vit skjótt ikki hava pláss til meira útbygging á matriklinum, skrivar Mjólkarvirki Búnaðarmanna í ársfrágreiðingini.

 

##med4##

 

Eginognin hjá virkinum er nú 35,1 millión krónur, og á virkinum starvast 57 fólk, sum er sjey fleiri enn árið fyri.

 

Stjóri á Mjólkarvikri Búnaðarmanna er Hákun Steingrímsson.

 

Í nevndini sita:

 

Thorvald Lützen, formaður

 

Niels J. Absalonsen

 

Janus Joensen

 

Eynar Martin Kjærbo

 

Sigert Patursson