FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
Liverpool skuldi í gjárkvøldið, heima á Anfield Road, royna at reisa seg eftir eina trilvandi byrjan í bólki A í Champions League. Mótstøðuliðið var turkiska Besiktas, og hesir vórðu sendir heim við einum lemjandi ósigri í viðførinum.
Úrslitið gjørdist heili 8-0 til Liverpool. Ein dystur, har Besiktas als einki hevði at bjóða, og Liverpool hevði lætt spæl. Liverpool hevði 19 skot á mál, meðan Besiktas hevði eittans skot á mál.
Ísraelski Benayoun skeyt hattrikk, Ryan Babel og Peter Crouch tvey í part, meðan Steven Gerrard skeyt eitt.
Liverpool hevur nú lyft seg upp á 3. pláss í bólki A, og er framvegis fýra stig aftanfyri FC Porto á fyrsta plássi.
Rosenborg enn eitt bragd
Fyri aðru ferð innan tvær vikur, megnaði norska Rosenborg at vinna á Valencia, hesuferð á útivølli á Mestalla leikvøllinum í Spania. Við tveimum málum frá Steffen Iversen, ið fyrr hevur spælt við m.a. enska felagnum Tottenham. Fyri tveimum vikum síðani megnaðu Rosenborg, júst sama úrslit á heimavølli í Trondheimi.
Chelsea og Real skuffaðu
Bæði Chelsea fingu óvæntaðar javnleikir. Í Týsklandi fekk Chelsea bert málleysan javnleik móti Schalke04, og í Grikkalandi fekk kongaliga felagið Real Madrid eisini bert málleysan javnleik, móti Olympiakos. Hetta er í báðum førum talan um dystir, ið Chelsea og Real áttu at vunnið.
Milan vísir styrki
Í Ukraina tóku Shakhtar Donetsk móti meistarunum úr Milano, AC Milan, og har vísti italiumenn at teir veruliga hava, hvat krevst. Tí við sikrum 0-3 sigri, vunnu teir sær enn ein sigur í Champions League høpi. Málini gjørdu Inzaghi tvey og Kaka eitt.
Í Faktaboks:
Úrslit og málskorarar frá dystunum í gjárkvøldið:
FC Porto – Marseille 2-1 (1-0)
1-0: Sektioui
1-1: Niang
2-1: Lisandro
Liverpool – Besiktas 8-0 (2-0)
1-0: Crouch
2-0: Benayoun
3-0: Benayoun
4-0: Benayoun
5-0: Gerrard
6-0: Babel
7-0: Babel
8-0: Crouch
Shalke 04 – Chelsea 0-0 (0-0)
Valencia – Rosenborg 0-2 (0-1)
0-1: Iversen
0-2: Iversen
Olympiakos – Real Madrid 0-0 (0-0)
Lazio – Werder Bremen 2-1 (0-0)
1-0: Rocchi
2-0: Rocchi
2-1: Diego (br.)
Celtic – Benfica 1-0 (1-0)
1-0: McGeady
Shaktar Donetsk – AC Milan 0-3 (0-0)
0-1: Inzaghi
0-2: Kaka
0-3: Inzaghi
------------------
Í Faktaboks:
Dystirnir í Champions League í kvøld eru:
Barcelona – Rangers
Lyon – VfB Stuttgart
Man Utd – Dynamo Kiev
Sporting – Roma
Fenerbahce – PSV
Inter – CSKA Moscow
Slavia Prague – Arsenal
Steua Bucaresti - Sevilla