Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen heldur, at ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen, eftir stóru tilflytingina til Ceuta. (Mynd: Abdel Majid Bziouat/AFP/Ritzau Scanpix)

Mette Frederiksen: ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, heldur, at ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen-samstarvið, eftir at upp í 60.000 migrantar eru komnir inn í sponsku eksklavuna Ceuta.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen heldur, at ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen, eftir stóru tilflytingina til Ceuta. (Mynd: Abdel Majid Bziouat/AFP/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar Ritzau.

 

– Hetta eru ógvusligar myndir úr Ceuta. Vit fara ikki at góðtaka eina endurtøku av 2015, sigur Mette Frederiksen í einari skrivligari viðmerking.

 

Hon heldur, at ES eigur beinanvegin at taka øll neyðug stig.

 

– Tað sigur seg sjálvt, at ES skal umhugsa allar møguleikar, eisini at seta Spania uttan fyri Schengen-samstarvið, skrivar hon.

 

Ceuta liggur á norðurstrond Marokko og er saman við Melilla einasta landamarkið hjá ES til Afrika.

 

Sambært myndugleikunum í Ceuta eru upp í 60.000 fólk komin um markið úr Marokko síðani hósdagin. Í eksklavuni búgva umleið 85.000 fólk.

 

Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur longu heitt á ES um at seta Spania uttan fyri Schengen. Mette Frederiksen upplýsir, at hon hevur tosað við Meloni, og at tær fara at savna evropeiskar leiðarar at umrøða støðuna.

 

– Óstýrd innflyting er ein hóttan móti bæði Evropa og Danmark. Stjórnin fer framvegis at leggja dent á, at ytru mørkini hjá ES verða vard, sigur Mette Frederiksen.

 

Schengen-samstarvið gevur frælsa ferðing millum 29 evropeisk lond.

 

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen heldur, at ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen, eftir stóru tilflytingina til Ceuta. (Mynd: Abdel Majid Bziouat/AFP/Ritzau Scanpix)