Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg og Jonas Gahr Støre, norski forsætisráðharrin, á felags tíðindafundi í gjár. Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen fær rós nú Nato skal velja aðalskrivara

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, helt seg ikki aftur, tá hann í gjár varð biðin um at meta um Mette Frederiksen sum møguligan nýggjan aðalskrivara hjá Nato.

Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg og Jonas Gahr Støre, norski forsætisráðharrin, á felags tíðindafundi í gjár. Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix

Á einum felags tíðindafundi við fráfarandi aðalskrivaran í Nato, Jens Stoltenberg, segði norski forsætisráðharrin millum annað:

 

– Eg kundi brúkt drúgva tíð um at tosa væl um Mette Frederiksen. hon er ein av dugnaligastu forsætisráðfólkunum í Evropa. Ein teirra, sum eg kenni best, og sum eg havi tættast samband við. Eg havi bert gott at siga um hana.

 

– Men kjakið um, hvør skal leiða Nato taka vit eina aðru ferð, segði Jonas Gahr Støre á einum felags tíðindafundi við fráfarandi aðalskrivaran í Nato, Jens Stoltenberg.

 

Jesn Stoltenberg sjálvur vil ikki í kjakið. Tað segði hann við Ritzau í síðstu viku, og tað endurtók hann á tíðindafundinum í Oslo í gjár.

 

/ritzau/

 

Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg og Jonas Gahr Støre, norski forsætisráðharrin, á felags tíðindafundi í gjár. Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix