MFS: Tiltak um ungómin í ríkisfelagsskapin

Hóskvøldið klokkan 20 skipar Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, fyri tiltakið í Perluni í Havn.

Tíðindaskriv, MFS:

 

Tiltakið er ein framløga av einari kanning, sum verkætlanin, Sjómaq, hava gjørt um ungdómin í ríkisfelagsskapinum. Frágreiðingin snýr seg um kunnleikan og hugburðin hjá ungdóminum í ríkinum í dag, og hvat tey halda um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum.

 

Skipað verður eisini fyri einum pallborðskjaki við Rólant Waag Dam sum orðstýrara. Tey luttakandi í pallborðskjakinum eru limir í ungmannafeløg í Føroyum. Eisini verður eitt tónleikainnslag við Daniu O. Tausen. 

 

Um rapportina

 

Í samstarvi við granskingarfelagið Epinion hava DUF og samstarvsfelagar úr Føroyum og Grønlandi skrivað eina frágreiðing um vitanina, kunnleikan og sjónarmiði, sum ungdómurin í ríkinum hevur mótvegis hvørjum øðrum og um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum.

 

Frágreiðingin fevnir um eina kvantitativa spurnarblaðakanning, sum ung úr øllum trimum londum hava svarað uppá. Harumframt fevnir hon eisini um eina kvalitativa viðtalukanning, har ung úr øllum ríkinum luttóku.

 

Okkum kunnugt er hetta fyrstu ferð ein frágreiðing er gjørd, sum kannar sambandið millum ungdómin tvørtur um Ríkisfealgsskapin, har ung úr øllum trimum londum hava luttikið. 

 

Um Sjómaq

 

Sjómaq-verkætlanin hevur til endamáls, at ungdómurin í Ríkisfelagsskapinum kann savnast og læra frá hvørjum øðrum og um hvønn annan.

 

Við fíggjarligari hjálp frá Sjómaq-peningagrunninum, er møguligt hjá ungum og ungmannafeløgum í ríkinum at søkja um stuðul til skipan av tiltøkum tvørtur um landamørk.

 

Umframt peningagrunnin skipar Sjómaq-verkætlanin eisini fyri tiltøkum, ið upp á skift verða hildin í øllum trimum londunum. Her ber til at læra meira um londini og lut teirra í Ríkisfelagsskapinum. Hetta gevur okkum møguleikan at skapa ein sterkari felagsskap millum ungdómin í ríkinum.

 

Tað skal vera pláss fyri ymiskleika, men tað kann eisini vera við til at fjala fyri, at ungdómslívið í Ríkisfelagsskapinum á mongum økjum, líkist hvørjum øðrum. Tí er stýrisbólkurin í verkætlanini komin fram til mottoið: "Vit eru ymisk, men hava nógv í felag.”

 

Les nærri um verætlanina á https://sjomaq.org