Miðlalandslagið í Føroyum eigur at betrast

- Tað setir spor at missa mammu sína, og tað kann ikki samanberast við nakað annað, sigur Eivind Jacobsen.

 

Hvar og hvussu helt Eivind Jacobsen gamlaárskvøld?

- Eg haldi vanliga gamlaárskvøld heima saman við øðrum. Men, vit hava ongantíð gjørt tað stóra burturúr. Veðurvánirnar eru ikki góðar, so tað verður kanska bert okkurt smávegis fýrverk - og kanska ein túrur niðan í Bygdarhúsið á midnátt.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- Mamma mín gjørdist sjúk og doyði fýra vikur seinni. Tað setir síni spor og kann ikki samanberast við nakað annað.

Eivind Jacobsen heldur annars, at kjakið um uppboðssølu og tilfeingisrentu var undarligt í árinum sum fór.  Fólk við akademiskum titli vanta argument móti leikfólki og argumentera, sum um tey hava Phd í negativum lýsingarorðum.

- Eitt er, at hetta ikki fær fylgir, men at hesi eru einastu sannleiksvitni í landinum, tykir mær undarligt, sigur hann.

Hann vísir á, at í tí positiva endanum varð lógin um sjófeingið broytt. Tað er tað besta, sum er hent fyri okkum øll, tí fá vita, hvussu skaðilig gamla lógin var fyri Palliba og landskassan.

Eivind Jacobsen sigur, at fyribils gransking, sum hann hevur gjørt í árinum, gekk sera væl, og fyribils vísir úrslitið, at vit kunnu fiska munandi meira av botnfiski, enn áður hevur verið mett.

- Tað, sum eg havi gjørt higartil, gevur rættiliga greiðar ábendingar um, at fiskimenn hava rætt í, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum, leggur hann aftrat.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Vónandi kemur gongd á granskingarverkætlan um tosk og upsa - við hjálp frá fleiri útlendskum serfrøðingum, umframt Havstovuni og øðrum í Føroyum. 

Eivind Jacobsen sigur, at hann eisini ætlar at fáa staðfest, at búskaparfrøðingar als ikki duga at rokna tilfeingisrentu, og at hon er nógv minni enn áður mett.

- Eg ætli mær eisini at staðfesta, at kjak um uppboðssølu av veiðirættindum ikki er búskaparliga grunda, men politisk propaganda.

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

- Eg plagi ikki at geva nýggjárslyfti. Men, um so var, so hevði eg sett mær fyri at sannført Jenis av Rana og løgtingi um at betra um miðlalandslagið í Føroyum.

Eivind Jacobsen heldur, at játtanin til tíðindadeildina hjá KvF kundi verið skorin við 20 miljónum krónum, og síðan kundu aðrir miðlar fingið 10 miljónir til at framleitt væl meira tilfar til KvF enn tað, sum bleiv skert.

- Tær 10 miljónir krónurnar, sum síðan leypa av, kundi løgtingið givið pensjónistum og øðrum í fátakraváða, sigur Eivind Jacobsen.